Veðrið frá YR

28. februar 2018

Nýggj fjós á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag

Pláss er fyri 65 rossum í nýggju fjósinum


Eitt av áhugaverdu málinum, á aðalfundinum hjá Føroya Ríðingarfelag, var framløga av skitsuprojekti av nýggjum fjósum.

Nevndin í felagnum hevur í fleiri ár arbeitt við ætlanum um nýbygging, men nú er ætlanin komin so langt at hon kundi leggjast fyri limirnar. 50 fólk standa á bíðilista at fáa fjósapláss. Ítøkiliga ætlanin er til 65 ross, so honn skuldi kunna nøktað tørvin nøkur ár.

Kostnaðarmetingar eru gjørdar og um tær halda, metir nevndin at hon kann bjóða limum felagsins byggipláss til fjós, fyri sera sámiligar prísir.
Tá seinasta byggistig var gjørt fyri nøkrum árum síðani, umfataði prísurin planering av økinum, ein endavegg í fjósinum og nýggjan køst til hetta byggistigið.

Tá nýggja nevndin hevur skipað seg, koma vit at hava meira kunning frá aðalfundinum.





27. februar 2018

Skeið við Súsannu Sand Ólafsdóttir


25. februar 2018

Stóra gávu frá Tórshavnar Kommunu

Annika Olsen borgarstjóri, handar Brandur í Dali formanni, gávu og blómutyssi 

Í dag 25/2-2018 eru 75 ár síðani Føroya Ríðingarfelag var stovnað. Í hesum sambandi var stór veitsla í Dansifrøi í gjárkvøldið.

Á veitsluni handaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, felagnum stóra peningagávu á kr. 25.000,- Borgarstjórin helt eisini eina góða røðu har hon takkaði felagnum fyri stóra sjálvbodna arbeiði sum gjørt verður.

Annika Olsen borgarstjóri, lovaði eisini at hennara partur skuldi so ikki liggja eftir, at tryggja Føroya Ríðingarfelag góðar karmar framyvir. Ítøkiliga nevndi hon at felagið í løtuni hevur ætlanir at byggja nýggj fjós og eina ætlan at víðka økið hjá felagnum til eisini at fara yvirum Tvørá.

Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Brandur í Dali takkaði borgarstjóran fyri gávuna, men segði víðari at fyri at felagið kundi menna seg enn meira, var tað ein fortreyt at fáa loyvið at fara yvirum Tvørá. Tí var lyftið frá borgarstjóranum, um vælvild á tí økinum besta gávan felagið kundi fáa.

21. februar 2018

KUNNING UM VEITSLU


Tik tak, tik tak, tik tak...... 

Tíðin rennir, seinasta freist at keypa atgongumerki er í dag 
Atgongumerki fáast til keyps hjá Búrøkt í Hoyvik meðan handilin er opin og á atgongumerki.fo til kl 19 


19. februar 2018

Undirvísing fyri børn og ung


18. februar 2018

Saðilin - Ragnheiður Ólafsdóttir Dam

Ragnheiður og Háreki

Navn: Ragnheiður Ólafsdóttur Dam Bústaður: Tórshavn Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? hvat slag var rossið ? Sum 12 ára gomul fekk eg mítt fyrsta ross, tað var eitt sindur tilvildarligt at tað júst bleiv Sæla. Vit sóu eina sølulýsing av henni, og kontaktaðu eigaran. Hon greiddi okkum frá, at Sæla ikki var eitt barnaross, tí hon var ikki riðin til. Men á ein ella annan hátt fekk eg yvirtala foreldur míni, at hon var júst tað rætta rossið fyri meg. So har fekk eg sum 12 ára gomul mítt fyrsta ross, sum eg ongantíð hevði sitið á. Tó varð hettar keyp ikki heilt av leið, tí eg fekk stóra hjálp við tilríðingini frá Ninu Brockie, og hettar gav mær nógvan lærdóm, og ikki vardi tað serliga leingi til eg sjálv kundi ríða á henni. Sæla frá Vestmanna er í dag ein 12 ára gomul íslensk ryssa. Hvussu nógv ross eigur tú ? Eg eigi tvey ross, tað eru Sæla frá Vestmanna og Hárekur frá Marknagili Hvat er títt yndisross ? Eg eigi tvey deilig ross, tað er ringt at velja hvat av teimum er mítt yndis ross, tí tey Eru baði rættuliga ymisk og míni yndis ross á hvør sín hátt Besta ross tú hevur átt, grundgev hví ? Sjálv havi eg bert átt tvey ross, og eigi tey framvegis. So úrvalið at velja mítt besta ross er ikki so stórt. Men kann siga at tey eru baði deilig á hvør sín hátt. Sælu brúki eg til venjingar og til túrar, og er hon mær altíð stuttilig at sita á, hon er á túri altíð glað og positiv, hopi at hon eisini ein dag verður klár at luttaka til kappingar. Háreka brúki eg mest til venjingar og av og á til ein túr, og so luttaka vit til gongulagskappingar, hann er fittur, róligur og hevur eitt deiligt sinn, sum til tíðir eisini kan verða sindur skálkaligt. Yndisrossaslag ? Havi ikki roynt so nógv sløg, men eri avgjørt glað fyri íslandsrossið Yndisgongulag ? Veit at tey flestu velja tølti sum teirra besta gongulag, allarhelst tí tá situr man so stillur á rossinum, Men eg kann ikki lumpa meg frá at tøltið er mitt yndisgongulag Um tú slapp at velja frítt millum øll ross í Føroyum, hvat ross hevði tú valt ? Mær dámar væl at hyggja eftur rossunum hjá øðrum, og haldi tað eru fleiri sum eru rættuliga flott og spennandi so tað er torført at velja. Hvør føroyingur hevur lært teg mest um ross og rossahald Haldi eg havi verið heppin við ríðiundirvísing. Eg byrjaði longu sum 5 ára gomul hjá Berghestum, har Kristfríð Dam Jacobsen undirvísti, og haldi at longu tá lærdi eg eina rúgvu um hvussu ein situr á hestabaki. Seinni royndi eg meg so eitt sindur á ymiskum rossum í Havnadali, inntil eg fekk Sælu. Tá varð tað Nina Brockie sum lærdi meg eina rúgvu, og haldi tað gav mær rættuliga nógv at verða saman við henni og tilríða Sælu. Hvar í Føroyum er best at hava ross ? Havnadalur er eitt super stað fyri rossaáhugaði Hvar í Føroyum er best at ríða ? Enn havi eg bara riðið á streymoynni, so eg havi framvegis nógvar túrar runt alt Føroya land, sum eg kann gleða meg til Hvønn føroying metur tú vera besta reiðfólk ? Haldið føroyingar hava nógv góð reiðfólk, so har eru nógv at velja ímillum, men tað er eingin loyna, at nina Brockie altíð hevur verðið ein fyrimynd hjá mær. Besti ríðitúrur nakrantíð ? Allar hestavinkonurnar hava verið mangar góðar túrar saman, so ringt at velja hvør man verða tann stuttiligasti hhhhmmmm vit hava flent til mangar av túrunum í ánnið í havnadali, men túrurin saman við vinkonunum til leynavatn í fjørð er ikki at forsmáa Hvør er stuttligast at ríða saman við ? Vit hava tað mangan stuttiligt á túrið. Men fyri tíðina er tað serliga Sedea Nolsøe sum eg ríði flest túrar saman við. Hvør skal í saðilin næstu ferð ? Eg hevði hildið tað verða stuttiligt at hoyrt gubba fortelja eitt sindur um ríðitúrin við reiðarríðnum, so eg sendi saðilin víðari yvir til Ragnar Dam.

17. februar 2018

75 ÁRA GAMAL UNGLINGI

Stovnarir felagsins


Komandi sunndag, tann 25/2-2018 vera tað 75 ár síðani 29 fólk, helst mestsum
bara menn, hittust í Tórshøll. Endamálið var at skipa reiðfólk í ein felagskap.
Tað vóru teir tríggjir, Jens Pauli av Reyni, Leivur T. Hansen og Aksel Hansen ið
tóku stig til fundin.


Úrslitið av fundinum gjørdist at nýtt felag var sett á stovn. Navnið gjørdist
Føroya Ríðingarfelag, fyrsta nevndin var mannað við teimum trimum
stigtakaranum, umframt Tummas Rubeksen og Eivindi Evensen


Endamálini hjá felagnum vóru trý. Fremjing av ríðingini, viðlíkahald av ríðigøtum
og fyriskipan av kappríðing. Fyrstu mongu árini var hetta eisini høvuðsuppgávan
hjá felagnum og er tað í ávísan mun helst tað enn.
Virksemið hjá felagnum, broyttist tó í stóran mun tá Føroya Ríðingarfelag seinast
í 70’inum gjørdi avtalu við Tórshavnar Kommunu, um at felagið fekk tillutað eitt
økið úti í Havnardali til at byggja fjós og at nýta sum felagsøkið.


Orsøkin til at felagið fekk økið frá býráðnum, var helst at vanligi borgarin var um
at gerast troyttir av øllum rossunum sum stóðu runt um í fjósum og skúrum inni
í býnum. At hetta var ein góð og skilagóð avgerð hjá Tórshavnar Kommununi,
eru tað í dag helst ikki fleiri meiningar um - Um onkur enn skuldi ivast, so er at
fara ein túr út í Havnardal, har stórtrívast bæði ross og reiðfólk.


Umframt fjós hevur felagið eisini bygt felagshús og stóra reiðhøll, næstan alt gjørt
við sjálvbodnari arbeiðsmegi av limum felagsins. Felagið arbeiðir í løtuni ítøkiligt
við ætlan um at byggja enn fleiri fjós á økinum, hetta er arbeiði sum eftir ætlan fer
í gongd í næstum.


At Tórshavnar Kommuna og Føroya Ríðingarfelag, hava eitt gott samstarv sæst
eisini á øðrum økjum. Tætt samstarv hevur verið um gerð av rossagøtum í
haganum, hesar gøtur eru primert gjørdar fyri at verja hagan móti óv spjaddari
ríðing. Annar fyrimunir av hesum, er at vanligi havnarborgarin hevur tikið hesar
gøtur til sín. Tað er ringt at lata sosialar miðlar upp, uttan at síggja mynd, har
onkur “reypar” um at hava verið túr eftir rossagøtuni.


Samstarvið um komunala barnaansing á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag er
eisini ein sólskinsøga. Óteljandi søgur eru um foreldur, sum eru fegin at børn
teirra hava fingið møguleikan at sleppa úr býarmeldrinum og út í Havnardal og
nátturuna har  


At Føroya Ríðingarfelag, hóast høga aldurin er sprelllivandi er sjón fyri søgn.
Felagið skipar enn fyri kappingum, felagstúrum, umframt skeiðsvirksemið og
ikki at gloyma vælumtøktu Djóradagarnar.
Nevndin hevur seinasti árini, eisini lagt dent á at skipa fyri undirvísing fyri børn
og ung. At limatalið nú felagið fer um tey 75 árini, er langt omanfyri 300,
prógvar helst eisini at felagnum enn er lív lagað.

Fyri at hátíðarhalda dagin hevur nevndin gjørt av at halda stóra veitslu í Dansifrøi.
Veitslan verður komandi leygarkvøld 24/2



.

Svenning Reinert hevur verið við, meginpartinum av tíðinið felagið hevur skipað fyri kappingum
Her verur hann heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. 



12. februar 2018

Aðalfundur og 75 ára stovningarveitsla


Sama dag sum aðalfundurin er, hevur fjósanevndin sín aðalfund fyri tey ið hava rossapláss í Havnardali. Fundurin er sostatt 27/02 kl 18 í felagshúsinum.

8. februar 2018

Lykil til høll og felagshús


6. februar 2018

Skeið við Stine Larsen


5. februar 2018

Ringríðing