25. februar 2018

Stóra gávu frá Tórshavnar Kommunu

Annika Olsen borgarstjóri, handar Brandur í Dali formanni, gávu og blómutyssi 

Í dag 25/2-2018 eru 75 ár síðani Føroya Ríðingarfelag var stovnað. Í hesum sambandi var stór veitsla í Dansifrøi í gjárkvøldið.

Á veitsluni handaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, felagnum stóra peningagávu á kr. 25.000,- Borgarstjórin helt eisini eina góða røðu har hon takkaði felagnum fyri stóra sjálvbodna arbeiði sum gjørt verður.

Annika Olsen borgarstjóri, lovaði eisini at hennara partur skuldi so ikki liggja eftir, at tryggja Føroya Ríðingarfelag góðar karmar framyvir. Ítøkiliga nevndi hon at felagið í løtuni hevur ætlanir at byggja nýggj fjós og eina ætlan at víðka økið hjá felagnum til eisini at fara yvirum Tvørá.

Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Brandur í Dali takkaði borgarstjóran fyri gávuna, men segði víðari at fyri at felagið kundi menna seg enn meira, var tað ein fortreyt at fáa loyvið at fara yvirum Tvørá. Tí var lyftið frá borgarstjóranum, um vælvild á tí økinum besta gávan felagið kundi fáa.

Ingen kommentarer: