Veðrið frá YR

Viðtøkur fyri Føroya Ríðingarfelag

Lógir fyri Føroya Ríðingarfelag

§ 1
Navn og endamál felagsins
Navn felagsins, er “Føroya Ríðingarfelag”.
Tað hevur til endamáls, at víðka og fremja ríðingina, arbeiða fyri at fáa ein ríðivøll, bøta um ríðigøturnar og fyrireika felagsríðiferðir fyri limirnar.

§ 2
Upptøka av limum. Limagjald
Felagið upptekur limir av báðum kynum. Einki aldursmark verður sett. Fyri at verða upptikin í felagið, skal ein venda sær til formannin.
Limagjaldið kr. 100,- um árið fyri vaksin og kr. 50,- fyri limir upp til 16 ár.

§ 3
Innliman og útliman
Ein og hvør, kann vanliga gerast limur í Føroya Riðingarfelag. Persónum, ið kunnu ætlast, at hava eina skaðiliga ávirkan á umdømi felagsins, kann nevndin tó sýta atgongu. Nevndin kann, um so er, leggja avgerð sína fram til ein aðalfund til góðkenningar. Tá ið ein fer út úr felagnum, skal hann venda sær til formannin.

§ 4
Hevur ein limur ikki goldið limagjald fyri 1 ár, og er limagjaldið innkravt, skal nevndin siga honum frá, at um eftirstøðurnar ikki verða goldnar innan ein mánað, missir hann sín limarætt og kann ikki gerst limur aftur fyrrenn eftirstøðurnar eru goldnar. Limagjald skal vera goldið fyri fyrigangandi roknskapár um limurin skal hava atkvøðurætt.

§ 5
Nevndin
Aðalfundurin velur eina 5-manna nevnd og úr nevndini formannin. Val av formanni fer fram á hvørjum ársaðalfundi. Út úr nevndini ganga 2 limir á hvørjum ári, tó so, at teir kunnu veljast inn aftur við vanligari atkvøðugreiðslu. Nevndin velur næstformannin, ein kassameistara og býtir alt annað arbeiði sundur – formannskapin undantikið – millum nevndarlimirnar eftir sínum tykki.
Formaðurin skrivar í gerðabókina viðvíkjandi aðalfundum og nevndarfundum, vísir á, hvat skal gjaldast úr kassanum o.s.fr.

§ 6
Lóglýdni
Hvør limur, skal lýða lógum felagsins og avgerðum nevndarinnar. Ger hann ikki tað, kann nevndin vísa honum burtur tann dagin. Er hann fleiri ferðir ólýðin, kann aðalfundurin koyra hann úr felagnum.

§ 7
Aðalfundur
Hin árligi aðalfundurin verður hildin hvørt ár í februar mánaða við hesi dagsskrá:
1. Frásøgn um virki felagsins í farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
3. Val av nevndarlimum, tveimum tiltaksmonnum og grannskoðara
4. Ymiskt

Til aðalfundar verður boðað í kunngerðarblaðnum fyri Føroyar í minsta lagið 8 dagar frammanundan aðalfundinum.

§ 8
Eykaaðalfundur
Nevndin kann boða frá til eykaaðalfundar, tá ið hon finnur høvi til tess. 10 limir kunnu krevja eykaaðalfund, tá ið teir geva formanninum skrivliga umbøn um hetta og uppgeva tey mál, teir ynskja viðgjørd.

§ 9
Umboð
Formaðurin umboðar felagið í ÍSF og í Havnar Ítróttarráð. Um honum berst frá, biður hann næstformannin vera í sínum stað.

§ 10
Roknskapur
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31desember. Kassameistarin letur grannskoðaran fáa roknskapin 14 dagar fyri hin ásetta aðalfundin.

§ 11
Orðstýrari
Á hvørjum aðalfundi verður valdur ein orðstýrari, sum stjórnar samráðingum og atkvøðugreiðslu. Atkvøðugreiðsla um nevndarval, skal vera skrivlig. Annars kann fundurin avgera, hvørji mál skulu atkvøðast skrivliga.

§ 12
Myndugleiki aðalfundarinnar og kunngerð fyri limirnar
Aðalfundurin hevur hægsta myndugleika og avgerð við atkvøðumeiriluta tey framsettu uppskot. Um tað stendur á jøvnum, tekur formaðurin avgerð. Til at broyta ella skoyta upp í lógirnar mega 2/3 av limunum verða til staðar. Um ikki 2/3 eru møttir, verður eykaaðalfundur hildin, og kann har avgerð takast, hvussu fáir limir, ið enn eru á fundi. Annars kann aðalfundurin altíð taka avgerð.
Tað er ikki loyvt, at nýta fulltrú til atkvøðugreiðslu á fundum felagsins. Bert tey, ið eru á fundi kunnu greiða atkvøðu.

§ 13
Kappríðing
Nevndin fyrireikar minst eina kappríðing um árið, hon verður um Ólavsøkuna, og verða premiur givnar. Reglur fyri kappríðing verða góðkendar av aðalfundi.
Tað er ikki loyvt at nýta písk til trav og tvíspor undir kappingum hjá Føroya Ríðingarfelag. Loyvt er tó, at brúka písk til 100 m skeið og tølt (stakgreinar har riðið verður einsamallur).

§ 14
Upploysn felagsins.
Avhending av ognum o.s.fr.
Avgerð um upploysing felagsins ella broyting av navni tess, kann bert takast av einum ársaðalfundi. Helvtin av limum felagsins mugu vera til staðar og 5/6 av teim møttu limunum mugu atkvøða fyri. Harnæst má uppskotið samtykkjast á næst fylgjandi ársaðalfundi við sama meiriluta sum omanfyri tilskilað.
Verður felagið upployst, fellur peningur felagsins til eitt annað felag við sama endamálið ella at peningurin verður nýttur til at gera eina smáttu norðuri á oyggj til allar (limirnar) ríðimenn.

1) Samtyktar á stovnandi aðalfundi tann 25. februar 1943
2) Broyttar á eykaaðalfundi tann 18. juni 1949 (§§ 2, 10,14)
3) Broyttar á aðalfundi tann 8. apríl 1952 (§ 5)
4) Broyttar á aðalfundi tann 31. mars 1954 (§§ 2, 14)
5) Broyttar á aðalfundi tann 27. mars 1955 (§ 5)
6) Broyttar á eykaaðalfundi tann 6. februar 1959 (§ 5)
7) Broyttar á aðalfundi tann 30. mars 1973 (§2)
8) Broyttar á eykaaðalfundi tann 13. mai 1973 (§§ 7, 10)
9) Broyttar á eykaaðalfundi tann 31. august 1977 (§§ 7, 10)
10) Broyttar á eykaaðalfundi tann 17. juni 1979 (§§ 2, 12)
11) Broyttar á eykaaðalfundi tann 13mai 1984 (§ 13)
12) Broyttar á eykaaðalfundi tann 1. apríl 1991 (§ 2)
13) Broyttar á aðalfundi tann 4. mars 2015 (§ 2)
14) Broyttar á eykaaðalfundi tann 8. mai 2016 (§ 13)

Ingen kommentarer: