Veðrið frá YR

2. februar 2017

Jóanis í Hoygarðinum góðan dag á ísinum í Frederikshavn

Jóanis og Sambo gjørdist nr. trý av seks londum í landsdystinum, Mynd A. Hendrup


Tá stóra Ístølt kappingin, herfyri var í Fredrikshavn, var Jóanis í Hoygarðinum millum heilt stóru sigursharranar. Jóanis umboðaði Føroyar í Landsdystinum har seks lond vóru við. Her gjørdist Føroyar nummar trý av seks londum. Hetta má metast sum sera gott úrslit,
tá hugsað verður um, hvussu nógv reiðfólk eru í londinum kappast var ímóti. Ísland (Jóhann R. Skúlason) vann landsdystin og Norra (Thomas Larsen) gjørdist nummar tvey. Í hesi kapping, reið Jóanis í Hoygarðinum á hestinum Bassi frá Tindsgarði.

Stóra bragdið hjá Jóanis kom tó í greinini Ice Kepni Special, her gjørdu Jóanis í Hoygarðinum, sum nú reið á Sambo frá Tindsgarði, ikki mætari enn at vinna í bólkinum fyri fimmgongd ross.   
Tað var ein heilt serlig løta tá føroyski tjóðsangurin rungaði í Íshøllini í Frederikshavn. 

Ístølt Fredrikshavn er ein stór kapping, eisini eftir altjóða máti. Danska sjónvarpsstøðin TV2 sendi beinleiðis frá kappingini og bar eisini til at stroyma hana á netinum. Fyribils uppgerð vísir, at fólk úr 27 londum hava hugt eftir kappingini. Tað var útselt í høllini í Frederikshavn, áleið 2000 fólk. 



Jóanis og Bassi á ísinum mynd: A. Hendorf

Ingen kommentarer: