Veðrið frá YR

24. december 2015

Svenning Reinert 80 ár

Svenning Reinert á ryssuni Brynju


Kvøða til eina fyrimynd

Førum fram yvir dalar og fjøll –
Føroya havoygdi ungdómur reysti –
fremjum ítrótt og fimleik um vøll –
latum forndansin dynja í høll –
skipið kvæðini snjøll –
trínum lættliga fram og við treysti.

Hesi orðini hjá Janusi Djurhuus eru helst hóskandi, tá ein skal skriva eina heilsu til fyrimyndina hjá okkum reiðfólkum, Svenning Reinert, nú hann jóladag rundar tey 80 árini.

Svenning Reinert er sjálv ímyndin av kappríðing sum ítrótt her á landi. Hann reið kapp fyrstu ferð longu í 1949. Hetta er somikið langtsíðani at avoldaða heimastýrislógin var enn fesk, fólkatalið í havnini var gott 5000 og føroyska fíggjarlógin var áljóðandi 5 milliónir danskar krónur. Men mest umráðandi fyri Svenning var helst at Føroya Ríðingarfelag var 6 ára gamalt og longu tá í fagrasta blóma.

Tá var riðið kapp úti á Velbastaðvegnum, málið var áraka har sum krossurin er. Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki, á hesti nevndur Ørvarodd ið farbróðurin Tummas átti.
Síðani tá, ja síðani 1949 hevur Svenning riðið kapp hvørt ár. Hetta er heilt vist eindømi innan kappríðing, ikki bara í Føroyum, men í øllum heimunum. Longu árið eftir, í 1950 vann Svenning sína fyrstu, fyrstu virðisløn, hesaferð á hestinum Sjeik sum Heri Jensen átti.

Hetta er sum so bragd í sjálvum sær, men stóra bragdið hjá Svenningi er at tá onnur góvust, tá helt hann á, og tað er vorðið sum bragd. Tað sum er heilt serstakt við Svenningi er at hann er serstakliga treiskur. Hóast honum ikki dámar at tapa so gevst hann ikki á hondum. Ikki tað, havi ongantíð hoyrt hann sagt, at hann ikki dámar at tapa, men tað sæst skiliga at lagið er betri tá hann hevur vunnið.
Munurin á honum og øðrum reiðfólkum er tó tann, at har nógv bara tíma at ríða kapp tá tey vita seg hava møguleika at vinna, so møtir Svenning upp líkamikið hvussu útlitini eru. Hetta tí honum dámar ítróttina og dámar at kappast við onnur. Hetta er tíanverri sjáldsamt nú á døgum, tí eru vit sera takksom at eiga eina tílíka eldsál millum okkum í felagnum.

Svenning hevur hóast luftalsliga høga aldurin enn ross, og hevur eisini verið at sæð á ríðibreytinum hetta kappingarárið. Vit í nevndini í Føroya Ríðíngarfelag vóna at síggja teir eyðkendu reyðu selanar hjá Svenningi á ríðibreytinum aftur komandi ár.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum Svenning Reinert

Vegna Føroya Ríðingarfelag

Brandur í Dali

Ingen kommentarer: