Veðrið frá YR

2. november 2015

LANDSMÓT Á HÓLUM Í HJALTADALI 27. JUNI - 3. JULI 2016


Um tú er ein av mongu føroysku íslandsrossafjepparum, so er tað nú tú skal leggja tær summarfrítíðina komandi summar tilrættis.

Landsmótið verður hesaferð hildið á Hólum í Hjaltadali. Hólar er kent stað í Íslandi, har var bispasætið í nógvar øldir, Hólar var eisini leingi roknað sum høvuðsstaður á norðurlandinum.
Tað sum flestu rossafólk kenna Hólar fyri, er tó landbúnaðarskúlan, har mang rossafólk hava lært um ross og rossahald. Tað ger tað helst ikki verri at Hólar liggur "tætt" við Seyðisfjørð har Norrøna leggur at. Seinast Landsmót var á Hólum var í 1966.

Landsmót hevur verið hildið á Íslandi síðani 1950. Fyrstu ferð var tað hildið á Tingvellum, 133 ross vóru við tá, kappast var í ymsum greinum, m.a. kappríðing. Síðani tá er mótið vaksið sera nógv og setur hetta eisini stór krøv til tey ið skipa fyri, Ringt er ofta hjá lítlum býum at lúka vaksandi krøvini um innivist o.a. Men hóast at røddir hava verið frammi um at mótið skal hava fastan basa á Reykjavíkarleiðini, ferðast mótið enn, hesaferð er tað so á Hólum.

Nógvir føroyingar hava til sið at fara ríðitúrar í grannatjóðini um hesa tíð, og so enda við nøkrum veitsludøgum á Landsmótið.



Ingen kommentarer: