Veðrið frá YR

25. juli 2015

Poul einasti eftir frá fyrstu ólavsøkuskrúðgonguni !

Vit hava í dag hitt Poul Mohr - Heima hjá honum og konuni Onnu hava rossafólk ofta sitið væl. Bæði á ólavsøku, men eisini áðrenn og kanska serliga aftaná ríðitúrar og kappingar.
Poul var sum einasti núlivandi við til tí fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna. Hann greiður okkum frá at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942.


Sverri Trónd, ímyndin av ólavsøkuni í nógv ár

Teir ið løgdu ráð hetta kvøldið vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin gekk fremst við merkinum, honum á bakið kom frelsurnarherurin við hornblástri og so komu reiðfólkini. Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið. Hiðani gekk leiðin so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfókini skuldi vera væl ílatin. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.

Hetta bleiv byrjanin til ólavsøkusetana sum vit kanna hana í dag, Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.
Seinni komu so onnur ítróttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin at fremsti flaggberin er reiðfólk er enn tann dag í dag galdandi.

Fólk flest minnast helst best tey mongu árini tá Sverri Trónd Hansen var flaggberi, Sverri reið nógv ár á einari ryssu ið kallaðis Holla. Sverri gekk nógv uppí at tingini skuldi vera í ordan, hann búði uppi í Gundadali og tað gekk ein søga um at einaferð á ólavsøku, um morgunin tá skrúðgongan skuldi vera kom ein B36'ari inn í gamla B36 húsið, hann hoyrdi ógvusligan larm inni í brúsirúminum - Tá hann fór inn var tað Sverri sum var farin inn har at vaska ryssuna, hetta so hon var fín til skrúðgonguna.
Tá Sverri legði frá sær, var avgjørt at føroyamesistarin í tvíspor árið frammanundan skuldi bera flaggið framyvir. Um hesin ikki bjóðar seg til, so avgerð nevndin í Føroya Ríðingarfelag hvør skal bera flaggið.


Búi Holm á odda við merkinum

Poul Mohr er sjálvur kendur reiðmaður, hann vann m.a. allarfyrstu kappríðingina ið Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri. Hóast hann er komin upp í árini, ríður hann enn, men túranir eru kanska heldur styttri nú enn fyri - Tá Poul herfyri fylti 85, samlaði hann tó ein hóp av reiðfólkum og so gekk leiðin suður á Kirkjubønes, Tað er ikki hvørjum manni unt, at kunna halda 85 ára dag á rossabakið.

Poul á veg út á Kirkjubønes


Úti við nesið, Poul mitt í trunkanum






Ingen kommentarer: