Veðrið frá YR

11. juli 2017

Smærri broytingar á ólavsøku





Tá ríðast skal kapp á ólavsøku í ár, er avgjørt at gera nakrar smærri broytingar, hetta í eini roynd at gera kappingina betri, bæði fyri reiðfólk og áskoðarar.


Fyri reiðfólkini merkir hetta at kappingin í Trav og Tvíspor ung verður flutt frá 500 mtr. niður á 250 mtr. Hetta merkir samstundis at hesir bólkar ikki skula í startboksirnar. ´

Á evniskvøldið, sum var seinasta heyst var hetta eitt ynski frá fleiri reiðfólkum. Mett var, at hesar broytingar, kundi fáa fleiri at luttaka í hesum bólkum. Fyri áskoðaran merkir tað, at hann nú sær allan teinin riðið verður og at tað er skjótari at avgreiða hesar bólkar.

Ein onnur og rættiliga týðandi broyting er, at kappingin er flutt til at byrja kl 15. Hetta er gjørt fyri at gera tað høgligari, bæði hjá reiðfólki og áskoðarum. Kappingin er ólavsøkudag, og hugsast kann at summi hava hug at ganga í havnargøtum og vála ólavsøkuaftan. Nú sleppa hesi so at sova ein tíma longri, áðrenn farast skal niðan í Marknagil.




Ingen kommentarer: