Veðrið frá YR

10. maj 2017

Saðilin - Hesaferð Nina Brockie


Navn:
Nina Brockie

Bústaður:
Tórshavn

Fyrsta rossið, nær fekk tú tað? Hvat slag var rossið?

Eg mann hava verið uml. 13 ára gomul, tá ið eg fekk mítt fyrsta ross. Hon æt Laila og var blanda íslendsk og norsk.

Hvussu nógv ross eigur tú ?
Sum er eigi eg 1 íslands ross og eitt pinkuross, ið er felagsogn. So 1 og ½ ross tilsamans!

Hvat er títt yndisross?
Mítt yndisross er í verandi løtu Trásti fra Højager.

Besta ross tú hevur átt, grundgev hví?
Tað má vera Trásti - Hann er heilt sikkurt  tað stuttligasta rossið eg havi átt. Hann er so jaligur og týðuligur, ið ger tað nemmari at samstarva við hann. Harumframt er hann eitt ross, ið Emilia 9 ára gamla dóttir mín eisini lættliga kann ríða á. Trásti hevur ein stuttligan karakter.

Yndisrossaslag?
Tað er íslandsrossið. Tó skal sigast, at eg hevði gjarna vilja roynt at átt eitt annað rossakyn.

Yndisgongulag ?
Hvør elskar ikki tøltið?!! Ella tað geri eg! Tølt – Yes! Men tað skal vera Skjótt tølt!

Um tú slapp at velja frítt millum øll ross í Føroyum, hvat ross hevði tú valt?
So haldi eg næsta, at eg hevði valt Paso Peroano ryssuna hjá Annu Mariu, Kráka hjá Knút er eisini mín typa!

Hvat er besta ross nakrantíð í Føroyum?
Uha, tað er ringt at taka dagar ímillum og so er spurningurin besta ross ímun til hvat? Tosa vit kappríðing, so slepst ikki uttan um Sólvind. Hinvegin, so haldi eg at nógv góð íslandsross hava verið. Drottning frá Leirubakka var og er eitt heilt fantastiskt tøltross.

Hvør føroyingur hevur lært teg mest um ross og rossahald?
Tað hevur mín kæri móðurbróðir Robbie, tó haldi eg eisini at Leif Berg hevur lært meg eitt sindur av hvørjum.

Hvar í Føroyum er best at hava ross?
Eg haldi, at tað er best at hava ross í Havnardali

Hvar í Føroyum er best at ríða? Vit hava góðar umstøður at ríða kring Havnina. Tó skal sigast, at har vesturi er ikki so galið!

Hvønn føroying metur tú vera besta reiðfólk?
Eg haldi, at vit hava nógv góð reiðfólk í Føroyum. Men júst hvør er hitt besta....eg veit ikki. Men eg veit, at vit hava eitt ungt stjørnuskot, ið um hon vil, fer at koma langt. Tað er Ragnheiður Dam Ólafsdóttir.

Besti ríðitúrur nakrantíð?
Hvørja ferð eg fari uttanlands, royni eg at sleppa á rossabak. Tað er so spennandi at royna onnur rossasløg og at ríða í fremmandum londum. Einaferð var eg á Lanzarote á Club La Santa Sport. Tá bar til at keypa ein ríðutúr undir heitinum “Advanced”, ið merkir til von reiðfólk. Eg eri ofta blivin skuffa av slíkum ríðutúrum, tí hóast ein sigur seg vera vanan, so fær mann eitt ross, ið næstan ikki tímur at røra seg. Men júst hesin túrurin, skuldi vísa seg at vera heilt nakað annað. Talan varð um ein túr, ið var við fullari ferð – uppá fjøll og niður í dalar, út á strendur og á sera góðum lendi. Tað var ein minniliga stuttligur og góður túrur. Tó hava eisini verið nógvir góðir túrar her heima á klettunum.

Hvør er stuttligast at ríða saman við?
Nògv eru stuttlig at ríða saman við, men Gunrid Hansen er sera stuttlig at ríða saman við. Tó hava Sonja Síminardóttir, Jeanette Danielsen og Óluvá á Lofti eisini fingið meg at flent á túrum!

Hvør skal í saðilin næstu ferð?
Ragnheiður Dam Ólafsdóttir skal í saðilin næstuferð, tí at nú er tíð at hoyra okkurt frá teimum ungu!!

Ingen kommentarer: