Veðrið frá YR

2. maj 2017

Ein kappi fyllir runt

Hans Pauli Poulsen sum vit kenna hann best, á Sólvindi á veg móti ein av teirra nógvu fyrstu virðislønum

I dag 2 mai rundar ein av fremsti og kendasti reiðmonnum tey sjeyti. Talan er um Hans Paula Poulsen úr Havn, Hans Pauli hevur riðið kapp í nógv ár, hóast hann kanska ikki byrjaði heilt so tíðliga á árum, sum nógv onnur, so er hann helst millum tey sum eiga mest kappingar á baki, at hann er milllum tey sum eiga mest heiðursmerkir, er so einki at fara skeivur av.

Serliga gjørdist Hans Pauli ein ýmind á kappingarbreytinum saman við hestinum Sólvindi, teir báðir vóru einaráðandi í nógv ár, og eiga mær kunnugt øll met ið eru innan kappríðing í Føroyum.
Tað vera helst nógv ár áðrenn hesi met vera tikin, og avrikini hjá Hans Paula og Sólvindi, fara heilt vist at standa sum ein varði í søguni hjá kappríðing her á landi.

Tá Sólvindur legði árarnar inn, vóru helst fleiri ið hugsaði at nú gavst Hans Pauli eisini. Maðurin gekk móti teimum sjeyti og tað var heilt vist at hann ongantíð fór at fáa bara líknandi hest aftur. Men treiskur er hann sum fáur, hann fekk sær ikki bara eitt nýtt ross at kappast við, men tvey. Og gjørdi so ikki mætari enn at hann á heystkappríðingi tók øll á bóli og vann Tvíspor l flokk við ryssuni Svannu.

Hans Pauli er eisini sín egin, hóast hann hevur stóra vitan og hevur avrikað meira enn tey flestu, so er hann lítillátin, hann er ikki tann ið ger stórt hóvasták burtur úr, men tað kunna vit onnur so gera í dag, tá vit fara at heiðra Hans Paula Poulsen á runda degnum.

Til lukku við degnum Hans Pauli


Vegna Føroya Ríðingarfelag

Brandur í Dali

Ingen kommentarer: