21. maj 2017

Reiðfólkini somu leiðslu komandi ár

Nevndin í Ríðisamband Føroyar. Frá vinstru Zacharias R. Jacobsen, næstformaður, Brandur í Dali, formaður og Símun Skaalum kassameistari

ÍSF húsið í Gundadali var í gjár karmur um aðafundin hjá Ríðisamband Føroya. Nevndin var øll afturvald og roknskapur og formansfrágreiðing var góðkend uttan viðmerkingar.

Tað eru trý limafeløg í hesum miðalstóra sersambandinum, ið sum navnið sigur skal skipa fyri ítrótti hjá reiðfólkum. Áleið 700 limir eru í hesum trimum feløgunum og er nevndin í Ríðisambandinum nøgd við hetta. Eitt sum nevndin ætlar sær at arbeiða við, er at skipa fyri flutningi av rossum millum kappingarøkini, hetta tykist serliga at vera ein forðing hjá teimum ungu ið kappast.

Ætlanin er eisini at senda fólk til HM í gonguløgum í Hollandi í summar. Føroyar hava fólk ið kunna kappast á hægsta altjóða stigi, men av tí at tað er sera kostnaðarmikið at flyta ross uttanlanda til kappingar, so verður tað helst ein avmarkaður hópur ið fer til Hollands at dystast hesuferð.


Ingen kommentarer: