8. april 2017

Djóradagar seinasta vikuskiftið í Mai




Nú veturin er um at missa takið og tað gongur móti ljósari tíðum, er nevndin í Føroya Ríðingarfelag eisini av álvara farin undir at fyrireikað Djóradagar 2017.


Teir eru sum vant seint í Mai mánaði. Vikuskiftið 27 og 28 Mai verður karmur um árligu Djóradagarnar hjá Føroya Ríðingarfelag. Hesir dagar hava nú skjótt verið hildnir í 20 ár.

Tað sum seint í seinastu øld, byrjaði sum eitt lítið hugnatiltak, er vaksið til eitt tiltak har fólk ferðast úr øllum landinum at vitja, hetta at síggja djór og at hava eina hugnaliga løtu í Havnardali.

Føroya Ríðingarfelag hevur øll árini lagt dent á, at hetta skal vera eitt tiltak, ið ikki er so dýrt fyri familjuna. Kanska er tað akkurát hetta, sum er uppskriftin at fáa fólk at koma aftur ár aftaná ár.












Ingen kommentarer: