20. maj 2023

Skrá Djóradagar

 


5. maj 2023

Djóradagar verða 20 og 21 mai

 

Ponyríðing er altíð vælumtókt á Djóradøgum

Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 20 og 21 Mai.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn. 

Síðani seinastu Djóradagar, hevur felagið bygt felagshúsið munandi út. Hetta ger at umstøðurnar til kaffisølu og vesi eru munandi betri enn tær hava verið fyrr, m.a. er tað eitt stórt frambrot at man nú eisini hevur vesi til rørslutarnaði, hetta er nakað sum saknur hevur verið á. 




14. april 2023

Nýggja nevndin hevur skipað seg

F.v. Beinta G. Davidsen, Barbara Carlsen, Osvald S. Johansson, Brandur í Dali, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Sonja S. Petersen



Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag herfyri, var nýggj nevnd vald. Tað vóru ikki tær stóru broytingarnar, tó var Beinta Gaard Davidsen nývald í nevndina - Annars er nevndin tann sama, hon skipaði seg á fundi í vikuni soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Beinta G. Davidsen, Tummas P. av Reyni og Sonja S. Petersen. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Eva L.S. Klemmentsen

Felagið fylti 80 fyri nøkrum mánaðum síðani, men har hevur helst ongantíð í søgu felagsins, verið so nógv virksemi sum í løtuni. Felagshúsið er við at vera liðugt útbygt, talan er um meira enn eina tvífalding av fermetratalinum. Samstundis verður økið gjørt klárt til nýggja fjósabygging og ríðibreytin á økinum í Havnardali far eisini eina yvirháling. Hetta kemur alt afturat tað vanliga virkseminum við kappríðing, djóradøgum, leynavatnstevnu o.ø. 

Meginparturin av hesum fíggjar felagið sjálvt, m.a. við peningi frá Djóradøgum og útleigan av felagshúsinum - Í formansfrágreiðingini var tó komið inn á at nevndin ikki var heilt nøgd við hvussu stuðul hjá tí almenna bleiv útlutaður. Tað vísir seg at summi feløg hava lættari við at fáa stuðul enn onnur. Tað bleiv tó lagdur dentur á at felagið er sterkt og skal nokk klára seg, men at tey vóru hørm um at hetta er soleiðis, tí aðalreglan innan almenna umsiting, má helst vera at øll feløg vera viðgjørt eins. 

 

12. april 2023

22. marts 2023

Aðalfundur 4/4 kl 19

 

Aðalfundur verður í felagshúsinum týsdagin 4 apríl 2023 kl.19.00

Skrá sambært viðtøkunum

Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum í hendi, í seinasta lagi 8 dagar undan fundinum

Fjósanevndin hevur fund sama dag kl.18.00

Nevndin


22. februar 2023

Føroya Ríðingarfelag 80 ár

Stovnarir felagsins, f.v. Aksel Hansen, Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen



 Leygardagin 25. februar eru liðin 80 ár, síðan Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn hendan dagin í 1943. Stovnarar vóru Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen og Jens Pauli av Reyni.

Teir tríggir kallaðu til stovnandi aðalfund í bløðunum 20. februar í 1943. Í innkallingini søgdu teir, at ætlanin var at stovna felag, ið skuldi hava til endamáls at fremja ríðingina, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar. Havnarfólk eins og fólk av bygd vóru vælkomin í felagið.

Á stovnandi aðalfundinum møttu 29 mans. Jens Pauli av Reyni beyð vælkomin og las upp eitt uppskot um viðtøkur fyri felagið. Við smávegis broytingum vórðu tær samtyktar. Eitt endamál aftrat tí, sum longu var nevnt, gjørdist at fáa til vega nýggja ríðibreyt. 

Í fyrstu nevndina komu Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen, Thomas Rubeksen og Eivind Evensen. Tiltakslimir gjørdust Janus Djurhuus og Viljormur Tórsheim. Fyrsta kappríðingin hjá felagnum var í Kollafirði á hvítusunnu í 1943. Hana vann Poul Mohr.

Kappríðingar høvdu verið á ólavsøku frá 1921 til 1929 og aftur frá 1936 til 1942. Frá 1921 til 1927 varð riðið kapp á Sundsvegnum, og í 1928 varð flutt út á Velbastaðvegin. Á hesum grúsvegnum var fasta ríðibreytin, tá Føroya Ríðingarfelag varð stovnað í 1943.

Stór stig tikin

Føroya Ríðingarfelag umrøddi fyrstu nógvu árini fleiri støð at gera nýggja ríðibreyt. Ofta varð tosað um eitt øki uppi á Varða, men nevnt varð eisini, at Gundadalur, Niðaru Hoydalar og økið fram við Velbastaðvegnum kundu verið hóskandi.

Endin varð, at felagið tók nýggja ríðibreyt í nýtslu 30. august í 1970 í Marknagili. Edvard Samuelsen, sum vann fyrstu kappríðingina í 1921, kvetti snórin. Við til hátíðarhaldið var eisini Kjartan Mohr, sum var við í 1921. Í 1970 tók Føroya Ríðingarfelag eisini stig til Leynavatnsstevnuna.

Í 1977 gjørdu felagið og Tórshavnar kommuna avtalu um økið í Havnardali, har felagið bygdi sær fjós í 14 eindum. Flutt varð inn í tey fyrstu í 1980. Felagshúsið í Havnardali kom í 1994 og ríðihøllin í 2008. Í øllum trimum førunum gjørdu limirnir umfatandi sjálvboðið arbeiði.

Føroya Ríðingarfelag húsast nú í Havnardali. Í desember 2021 varð økið í Havnardali víðkað 50.000 fermetrar, og í 2022 varð sjøtul settur á at byggja felagshúsið út við 160 fermetrum. Nýggj fjós verða eisini bygd.

Nú Føroya Ríðingarfelag fer um tey 80, verður bók skrivað um ríðisøguna, ið kemur út seinni í ár.

Føroya Ríðingarfelag






19. februar 2023

Sera góð luttøka til Ringríðing

 

Sera nógv ung vóru við til Ringríðing

Leygardagin var árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali. Hetta er gamalt afturvendandi tiltak, har reiðfólk við einum bambuspinni, skula raka í ein ring ið hongur á gott tveir metra hædd. 

Í ár var luttøkan sera góð og serliga hjá teimum ungu vóru nógv ross við, heili 17 ross vóru við í kappingini hjá teimum ungu, tey flestu úr Havn, men stuttligt var at síggja at ross eisini komu úr Vágum og Eysturoynni. Aftaná eina spennandi kapping, vann Eyðdis H. Djurhuus á hestinum Sirkill, tey bæði vunnu steyp til ognar. Tinna Nónklett og Snæðdis vunnu ein kraftfóðursekk frá Búrøkt fyri at vera besta grýla á rossi. 

Hjá teimum vaksnu var eisini góð luttøka, har vann Elisabeth Niclasen á Prinsessu, tey vunnu ferðasteyp og kraftfóðursekk frá Búrøkt. 

Tiltakið endaði við tunnusláing fyri bæði børn og vaksin

Eyðdis og Sirkill til vinstru og Tinna og Snæðdis til høgru

Elisabeth og Prinsessa