26. februar 2025

Trý nýggj fólk í nevndina

f.v. Laila W. Mouritzen, Barbara R. Mouritzen, Birita B. Lútzen
Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johanson, Brandur í Dali og Alberg B. Lútzen

Tað vóru umleið 60 fólk savnaði til aðalfund hjá Føroya Ríðingarfelag í gjárkvøldið. Tey høvdu ein friðarligan aðalfund har roknskapur og formansfrágreiðing var góðtikið uttan stórvegis viðmerkingar. 

Kunnað var m.a. í formansfrágreiðingini um gongdina í verkætlananum ið felagið fremur í løtuni. Hetta umfatar m.a. at gera byggibúgvið til nýggj fjós, umframt gerð av nýggjari ríðibreyt á økinum hjá felagnum. 

Sum vant var eisini nevndar og formansval. Nýggj í nevndini er Barbara R. Mouritzen og nýggir tiltakslimir eru Laila W. Mouritzen og Alberg B. Lútzen. Brandur í Dali var afturvaldir til formann. 

Nýggja nevndin fer beinanvegin til verka, fyrsta tiltakið er longu leygardagin, tá siðbundna ringríðingin er í høllini, síðani verður lagt til brots við fyrireikingum til Djóradagar og kappríðingarnar ið vera í summar.   

 

13. februar 2025

 


Aðalfundur verður í felagshúsinum týsdagin 25/02-2025 kl.19.00


Skrá sambært viðtøkunum

Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum í hendi, í seinasta lagi 8 dagar undan fundinum
Um neyðugt verður eykaaðalfundur 5 min. seinni. 

Fjósanevndin hevur fund sama dag kl.18.00

Nevndin