25. december 2025
Reiðkappin mikli níti ár
24. november 2025
FR slips
So vóru endiliga nøkur FR slips at fáa - Fáast til keyps við at senda mail til brandur@idali.fo.
Kostnaður kr. 300,- pr stk. Avmarkað nøgd.
1. november 2025
Limabræv
Góðu limir - Hetta limabrævið við skrá fyri komandi vetur og kunning um limagjald, verður í næstum sent út sum teldupostur.
29. september 2025
Júst farin úm sýnina
Júst Rubeksen, var ein av teimum ektaðu havnarmonnunum, onkur vildi helst kallað hann eitt slag av originali, Men tað var ongantíð illa meint, tí Júst var júst sum hann skuldi vera.
Sum bóndasonur lærdi hann frá barnsbeini at vera um kríatúr. Seyður, ross og annað var partur av gerandisdegnum hjá Júst. Mongu túrarnir í haganum við hyrdanum hava heilt vist givið honum gott í beinið frá heilt ungum árum. Helst var tað hetta og onkur viðfødd gáva, ið gjørdi at hann hevði eitt heilt serligt tekki fyri at handfara djór, líkamikið hvat slag tað var.
Djórini komu eisini at gerast lívsleiðin hjá honum, eftir at hava silgt í nøkur ár festi hann Húsahaga og fekk eisini starv á Royndarstøðini, fyrst í Hoyvík, seinni í Kollafirði. Tá MBM yvirtók ísáðingina frá Royndarstøðini, fylgdi Júst við til MBM. Afturat hesum røktaði hann eisini í mong ár Flatnahaga fyri Tórshavnar kommunu
Vit reiðfólk kendu hann sum ein framúr reiðmann, tað vóru ikki nógv sum kláraði at fylgja Júst, tá hann legði leiðina í hagan. Sá tú eitt fylgið við einum hvítum rossið nakað væl frammanfyri hini, so visti man at tað var Júst sum reið undan hinum. Fólk sum hava havt til fragd at hyggja eftir kappríðing, kenna heilt vist eisini Júst - Í samfull 40 ár var hann frásøgumaður til kappríðingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Í fleiri skiftum var hann eisini nevndarlimur í okkara felag.
Júst var tiltikin vertskapsmaður og røðari, til manga veitslu hjá felagnum bjargaði hann borðhaldið, við sínum heilt serstakligu skemtuligu røðum. Tílíkan røðara fáa vit helst ongantíð aftur.
Familjumaður var hann eisini, hann giftist sum vaksin maður við Ingrid Holm og fingu tey børnini, Tummas og Guðrun Mariu. Hóast Júst ikki var sum onnur, so ivaðist man ongantíð at hann var góður við familjuna og tað er heilt vist, at tað hevur gjørt honum gott, at hava ein so tryggan stuðul, sum Ingrid hevur verið honum øll árini.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Júst sjúkur, hann gleið spakuliga inn í gloymskuna og hesin fyrr so gløggi og hittinorðaði maður, fann knappliga ikki orðini longur. Hetta er ein ræðulig sjúka og havi eg mangan hugsað um hvussu tungt hetta man hava verið fyri familjuna. Nakað síðani vóru Hans Vilhelm Lútzen, fyrrverandi formaður felagsins og undirritaði á vitjan hjá honum og Ingrid. Hann var longu tá merktir av sjúkuni, men vit báðir, Hans Vilhelm og eg, vóru samdir um at felagið skyldaði Júst so nógv, at vit vildi geva honum eina lítla gávu, meðan hann var so mikið frægur at hann skilti tað. Vit vóru eisini hepnir, hann var væl fyri hendan dagin og vit høvdu eina hugnaliga løtu saman uppi í Tummasargøtu.
Tað hava eisini verið klárar løtur eftir tann dagin, men tær fækkaðu, fyrst líðandi so skjótari.
Til Ingrid, Tummas, Guðrun Mariu og onnur avvarandi, vilja vit við hesum sýna okkara inniligu samkenslu. Vit fáa ikki Júst aftur, men minnini kann eingin taka frá okkum.
Minnið hjá okkum reiðfólkum um Júst fer til allar tíðir at vera um fræga reiðmannin á hvíta hestinum. Góðan túr Júst, vænti tú hugnar tær hinumegin saman við Fram, hyrdanum og øðrum sum eru farin undan.
Vegna Føroya Ríðingarfelag
Brandur í Dali
23. august 2025
Hans Vilhelm seksti
![]() |
| Hans Vilhelm klippir bandið á nýggju ríðibreytini |
| Summarið 1968, saman við pápanum |
18. august 2025
Riðið kapp í 40 ár
![]() |
| Hans Pauli Poulsen far handa steyp og gávu |
78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár. Hetta helt Føroya Ríðingarfelag var vert at markera, so nú heystkappríðingin var, fekk hann handað eina gávu frá felagnum. Samstundis fekk ryssan hjá Hans Paula Poulsen eisini handa ferðasteyp fyri at hava vunnið oftast á heystkappríðingini síðani steypið var latið í 2009.
Svanna gjørdist nummar trý í Tvíspor 1 flokki á degnum, men tað var Barbara R. Mouritzen sum sat á hendan dagin. Hans Pauli Poulsen luttók sjálvur í 2 flokki á hestinum Tindi. Teir báðir gjørdist nummar 3 í flokkinum.
![]() |
| Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki |
27. juli 2025
Kunning í samband við skrúðgongu og setana á ólavsøku.
26. juli 2025
Silja ber Merkið oman á Vaglið
![]() |
| Silja Geirsdóttir Eystberg og Óðin |
Fyri tey flestu byrjar ólavsøkan tá hornblástur og rossagneggj nærkast Vaglinum og riðilin av ítróttarfólkum finna sær pláss á tinghúsvøllinum, at lurta eftir røðu og sangi. Í ár verður tað sjálvur kendi hondbóltsleikarin Turið Arge Samuelsen ið setur ólavsøkuna. Kann nevna at pápi hennara Uni Arge hevur skriva bókina Ross og fólk um ríðisøguna í Føroyum. Eini abbin hjá Turið, er kendi reiðmaðurin Sjúrður Samuelsen
Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.
Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.
Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.
Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.
Í ár verður tað Silja Geirsdóttir Eystberg ið ber Merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni. Unga havnakvinnan vann FM í tvíspor seinasta ár og vann sær harvið eisini rættin at ríða á odda fyri skrúðgonguni. Hon ríður á hestinum Óðin, sama hestinum sum hon vann FM við. Óðin er 23 ár og pápi Silju Geirsdóttir Esytberg, Geir Wardum eigur hestin.
Annars var tað sum flestum kunnugt í nógv ár Sverri Trónd, ið bar Merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan far hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.
Annars kann nevnast at í nógv ár vóru tvær skrúðgongur við rossum á ólavsøku. Fyrr var eisini skrúðgonga til ríðibreytina ólavsøkudag. Tá gekk skrúðgongan frá vaglinum til ríðibreytina. Fyrstu árini á Velbastaðvegnum, men frá 1971 niðan á breytina við marknagil.
![]() |
| Silja Geirsdóttir Eystberg og Óðin við Leynavatn 2024 |
![]() |
| Sverri Trónd Hansen ber Merkið |
23. juli 2025
Nýggja ríðbreytin verður klár, men ikki liðug
![]() |
| f.v. Andrass Andreasen, Grettir, Hans Vilhelm Lútzen, HVL og Brandur í Dali, Føroya Ríðingarfelag |
Síðani tíðliga farna vetur, hevur verið arbeitt av øllum alvi, úti á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali
Tvey byggifeløg, Grettir og HVL, bæði undir leiðslu av reiðmonnum hava lagt alla orku í at fáa fáa nýggju ríðibreytina klára til ólavsøkukappríðingina. Hetta sær nú eisini út til at eyðnast.
At tað verður sagt at hon verður klár, men ikki liðug, merkir at hetta er partur av størri verkætlan, ið eisini umfatar tvær smærri rundbreytir, liðugtgerð av størri verandi rundbreyt á økinum, girðingar framvið flestu breytirnar, umframt ljóðanlegg, áskoðarapláss o.a.
Tað sum verður liðugt er 400 mtr. breytin og avrenning til hesa, nakað av girðingum, umframt brúgv og gøtuskipanir at koma til máløkið.
Tað er áhugavert at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, ið er stovnað í 1943, at kappast verður á egnum økið. Kappríðingar byrjaðu í Havn í 1921, fyrstu árini var kappast á Sundsvegnum, men longu í 1928 var farið út á Velbastaðvegin. Har var so kappast líka til í 1970, tá felagið hevði bygt sær egna stásiliga breyt í haganum uppi í Marknagil. Hendan breyt er so brúkt til í fjør, tá tað gjørdist klárt at Húsareynstunnilin ávirkaði breytina óv nógv til at hon kundi brúkast longur.
Samráðingar við Tórshavnar Kommunu, førdi til at kommunan lat endurgjald fyri breytina í Marknagili, endurgjald sum felagið nú hevur brúkt til at byggja sær nýggja breyt í Havnardali.
Fyrsta kappríðingin á nýggju breytini, verður ólavsøkudag kl 15 og sjálvt um nógv skal gerast betri til næsta ár, so vónar felagið, at nógv fólk koma, at vera við nú breytin verður tikin í nýtslu.
| Kappríðing á Sundsvegnum |
| Kappríðing á Velbastaðvegnum |
| Heystkappríðing 1970, fyrsta kapping í Marknagili |
| Kappríðing í Marknagili |
![]() |
| Breytin í Marknagili |
18. juli 2025
19. juni 2025
7. juni 2025
25. maj 2025
Í Reiðhøllini er turt
![]() |
| Mynd: Rani í Dali |
Veðrið má sær valda, Djóradagar hjá Føroya Ríðingardali, í Havnardali halda fram í dag, tó við broyttari skrá.
Vegna veður er vælumtókta ponyríðingin flutt inn í Reiðhøllina hjá felagnum. ponyríðingin verður frá kl 17 til 18. Av somu orsøk verða hoppiborgirnar lagdar niður kl 16:50. Rossini ræðast larmin frá hoppiborginum, tí er hetta neyðugt.
Onkrar aðrar smávegis broytingar eru eisini, onkur djór sum stóðu úti, eru tikin undur tak, og eisini hevur felagið raðfest djóravælferðina og koyrt okkurt ungt djór heim aftur til bóndan, so tað ikki skuldi standa úti í hesum veðrinum.
Men enn er nógv at koma til í Havnardali í dag og er mestsum alt virksemi undir taki, deilt út á nøkur fjós, Reiðhøllina og felagshúsið hjá felagnum.
Tiltakið er opið frá kl 14 til 18 og øll eru vælkomin.
![]() |
| Mynd: Rani í Dali |
18. maj 2025
Djóradagar 2025 vera 24 og 25 mai
27. april 2025
Takk fyri alt góði Helgi
Hóast deyðsboðini um Helga Brekku ikki komu heilt óvæntað, so koma tílík boð altíð óvart á. Ikki tað, Helgi var eingin unglingi, bara knapt ár yngri enn Frans pávi, ið eisini andaðist herfyri.
Helgi var bankamaður í tí tíðini har tað kanska meira enn nú var hildið uppá normarnir. Ja, kanska var tað akkurát tí at hann fekk sær eitt frítíðarítriv sum rossafólk, ein heimur har normar mest sum ikki eru til. Honum dámdi í øllum førum væl at skifta úr fínu klæðunum í vásaklæðini og sleppa sær ein túr í hagan, har eingin spurdi um rentur og valutakursin.
Hann hevði eisini nógvar vinir í rossaverðini og hetta var hildið við líka til heilt fyri stuttum, hetta við at ganga til kaffi í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag. Har hittast fólk frídagar til morgunkaffi og eisini har fer heilt vist at vera saknur í vælumhugsaðu, speisku og ofta beinraknu viðmerkingunum hjá Helga.
Helgi hevur havt nógv álitisstørv í felagnum, m.a. sat hann í dómsnevndini og var eisini kassameistari og skrivari í nógv ár. Hetta og alt annað hann hevur gjørt fyri felagið vilja vit takka honum fyri.
Føroya Ríðingarfelag vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Helga Brekku og vísa samkenslu við børn, abbabørn og onnur ið vara av.
20. april 2025
Magnus á Kamrinum 95 ár
Magnus var føddur 20/04-1930 og vaks upp í Conradsbrekku í Havn, foreldrini vóru Hanna f. Lauritsen og Vilhelm Jacobsen
Hann giftist tíðliga við Juliu f. Winther- Tey átti fimm børn, Hanna, Jónrid (sála), Vilhelm, Rosa og Jóan Jakku.
Magnus arbeiddi á skrivstovuni hjá Strandfaraskip Landsins í nógv ár, har var hann kendir sum eitt álitisfólk ið hevði gott skil fyri tí hann gjørdi.
Magnus abbin reið tað tíðina nógv saman við hornamonnunum og kom yngri Magnus helst inn í rossaverðina tann vegin. Ungdómsárini reið Magnus sjálvur mest saman við Jacob og Lútja Lútzen, umframt Óla Jákup Múller.
Mest kenda rossið hjá Magnusi var helst Unkas, svartflekkuttur hestur sum bar Magnus nógvar túrar í fjøllinum á Streymoynni, mest til Norðadals, fyri vestan og eisini onkrar túrar bæði longri norðri og aðrastaðni á oynni.
Magnus er eisini kendur fyri at hava tikið nógvar myndir og filmar av m.a. ríðing og øðrum søguligum tilfari. M.a. tók hann film tá teir reiddu tilfar niðan á Núgvuna, hetta í samband við bygging av Nato hernaðarstøðini - Upprunaliga var ætlanin at støðin skuldi byggjast á Núgvuni, men hendan ætlanin var seinni broytt.
Umframt hetta kenna fólk Magnus sum tónleikara, hann spældi nógv ár í Gogguni, sum var best umtókti tónleikabólkurin í landinum í sínari tíð. Eisini gjørdi hann fimleik, hetta gavst hann ikki við, fyrr enn hann var komin langt upp í fýrsini.
Føroya Ríðingarfelag vil við hesum ynskja Magnusi á Kamarinum, hjartaliga til lukku og takka fyri øll góð minnir á leiðini.
26. februar 2025
Trý nýggj fólk í nevndina
![]() |
| f.v. Laila W. Mouritzen, Barbara R. Mouritzen, Birita B. Lútzen Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johanson, Brandur í Dali og Alberg B. Lútzen |
Tað vóru umleið 60 fólk savnaði til aðalfund hjá Føroya Ríðingarfelag í gjárkvøldið. Tey høvdu ein friðarligan aðalfund har roknskapur og formansfrágreiðing var góðtikið uttan stórvegis viðmerkingar.
Kunnað var m.a. í formansfrágreiðingini um gongdina í verkætlananum ið felagið fremur í løtuni. Hetta umfatar m.a. at gera byggibúgvið til nýggj fjós, umframt gerð av nýggjari ríðibreyt á økinum hjá felagnum.
Sum vant var eisini nevndar og formansval. Nýggj í nevndini er Barbara R. Mouritzen og nýggir tiltakslimir eru Laila W. Mouritzen og Alberg B. Lútzen. Brandur í Dali var afturvaldir til formann.
Nýggja nevndin fer beinanvegin til verka, fyrsta tiltakið er longu leygardagin, tá siðbundna ringríðingin er í høllini, síðani verður lagt til brots við fyrireikingum til Djóradagar og kappríðingarnar ið vera í summar.
23. januar 2025
Høvdingur fyllir sjeyti
Í dag fyllir ein tann størsta ímyndin av ríðing sjeyti ár.
Leif Berg byrjaði tíðliga at ríða og var ofta til kappríðingar og mangan lá væl fyri hjá honum.
Mest kendur er Leif sjálvandi fyri fyritøkuna BergHestar, hann sá tiðliga tørvin á einum skipaðum ríðiskúla og byrjaði í smáum niðri undir Gráasteini. Eingin ivi er í at hetta er ein av høvuðsorsøkunum at ríðing er vaksin so nógv, bæði í Havn, men eisini runt oyggjarnar.
Leif er kendur millum manna fyri at vera góður í ráðum og at vera sera hjálpsamur. Hetta hava vit í Føroya Ríðingarfelag mangan notið gott av, og vilja vit geva honum eina stóra tøkk fyri hjálpsemið.
Nú Leif Berg fyllur 70, er hann farin við konu, soni og góðum vinfólkum at standa á skíð í alpunum. Vónandi hava tey teldusamband har tey eru, so hann sær hesa heilsu, facebook o.a. moderna hevur hann ikki, so heilsan má skrivast her á heimasíðuni.
Til lukku Leif, vit vóna dagurin verður tær góður og at tú far okkurt gott at eta í kvøld



%20ll.jpg)









.jpg)

.jpg)




.jpg)










.jpg)