25. december 2025

Reiðkappin mikli níti ár

 


"Nú tosa øll um ítróttsbrøgd
á vøll’ og fimleikshøll,
men lívið lærdi okkum leik
á sjógv, um berg og fjøll."
Tað var navnframi Poul F, ið yrkti um hargabrøðurnar sum framdi nógv kappabrøgd, men vit reiðfólk hava nú í níti ár havt okkara egna kappa, ein sum av sonnum hevur framt mangt eitt bragd.
Talan er sjálvsagt um Svenning Reinert úr Norðadali, sum nú 1. jóladag fyllir níti ár.
Svenning Reinert er sjálv ímyndin av kappríðing sum ítrótt her á landi. Hann reið kapp fyrstu ferð longu í 1949. Hetta er somikið langtsíðani at avoldaða heimastýrislógin var enn fesk, fólkatalið í havnini var gott 5000 og føroyska fíggjarlógin var áljóðandi 5 milliónir danskar krónur. Men mest umráðandi fyri Svenning var helst at Føroya Ríðingarfelag var 6 ára gamalt og longu tá í fagrasta blóma.
Tá var riðið kapp úti á Velbastaðvegnum, málið var áraka har sum krossurin er. Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki, á hesti nevndur Ørvarodd ið farbróðurin Tummas átti.
Síðani tá, ja síðani 1949 reið Svenning kapp hvørt ár líka til 2017. Hetta er heilt vist eindømi innan kappríðing, ikki bara í Føroyum, men í øllum heimunum. Longu árið eftir, í 1950 vann Svenning sína fyrstu, fyrstu virðisløn, hesaferð á hestinum Sjeik sum Heri Jensen átti.
Svenning gavst sum nevnt at ríða kapp í 2017, tað vil siga at hann reið kapp hvørt ár, í samfull 68 ár.
Í 2014 fekk Svenning handaða silvurnálina hjá Ítróttasamband Føroya og í 2017 var hann sum fyrsta reiðfólk í Føroyum eisini heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. Bæði tvey væl uppibornir heiðrar til ein ítróttarmann sum tá hann takkaði fyri heiðurin, heldur enn at sóla sær í hesum, heldur vísti á stóra arbeiði sum nevndinar í Føroya Ríðingarfelag hava gjørt at bøta um umstøðurnar hjá kappríðingini. Soleiðis gera røtt stórmenni, takk Svenning.
Sjálvt um Svenning ikki ríður kapp longur, so er hann tó enn at síggja á rossabaki einaferð um árið. Hetta er til árligu ólavsøkuskrúðgonguna. Svenning hevur ikki ross longur, men hevur seinastu árini lánt hestin Spaða frá Berghestum og hetta er hann teimum sum skilst sera takksamur um.
Vil at enda takka Svenning fyri hansara íkast til okkara ítrótt og okkara felag. Svenning hevur riðið kapp á Velbastaðvegnum, við Leynavatn og við Marknagil. Eg má siga at eg hevði unt hont honum at roynt nýggju stásiligu breytina úti í Havnardali, men tá tað ikki skuldi vera, so er helst passandi at stóri dagurin verður hildin í felagshúsinum og hvør veit um ikki okkurt ross verður at síggja á breytini í dag, hetta at heiðra mikla reiðkappa okkara.
Hjartaliga til lukku Svenning og takk fyri tey mongu tøkini tú hevur tikið fyri okkum sum felag.
Vegna Føroya Ríðingarfelag
Brandur í Dali







24. november 2025

FR slips




So vóru endiliga nøkur FR slips at fáa - Fáast til keyps við at senda mail til brandur@idali.fo. 

Kostnaður kr. 300,- pr stk. Avmarkað nøgd. 

1. november 2025

Limabræv

 Góðu limir - Hetta limabrævið við skrá fyri komandi vetur og kunning um limagjald, verður í næstum sent út sum teldupostur.

Minst til at fyri at kunna brúka økið hjá FR, breytir, høll, fjós o.a. so er neyðugt at hava limaviðurskiftini í ordan.
Arbeitt verður við at fáa sjalvirkandi limaskipan, vónandi verður hon virkin komandi ár.
Allar FM kappingar í 2026 síggjast her: https://ridisamband.fo/kalendari/



29. september 2025

Júst farin úm sýnina




Hóast deyðsboðini um Júst Rubeksen ikki komu heilt óvart á, so komu tey tó dátt við. Ikki tað, sum støðan hevur verið seinastu tíðina, so unti man nærum Júst at fáa frið. Men Júst bóndi á Húsagarði var eitt sovorið lívsstykkið, at man hevði ringt at venja seg við at maðurin ikki longur hevði somu mátt og megi, sum tá hann var í vælmaktini. 


Júst Rubeksen, var ein av teimum ektaðu havnarmonnunum, onkur vildi helst kallað hann eitt slag av originali, Men tað var ongantíð illa meint, tí Júst var júst sum hann skuldi vera.


Sum bóndasonur lærdi hann frá barnsbeini at vera um kríatúr. Seyður, ross og annað var partur av gerandisdegnum hjá Júst. Mongu túrarnir í haganum við hyrdanum hava heilt vist givið honum gott í beinið frá heilt ungum árum. Helst var tað hetta og onkur viðfødd gáva, ið gjørdi at hann hevði eitt heilt serligt tekki fyri at handfara djór, líkamikið hvat slag tað var.  


Djórini komu eisini at gerast lívsleiðin hjá honum, eftir at hava silgt í nøkur ár festi hann Húsahaga og fekk eisini starv á Royndarstøðini, fyrst í Hoyvík, seinni í Kollafirði. Tá MBM yvirtók ísáðingina frá Royndarstøðini, fylgdi Júst við til MBM. Afturat hesum røktaði hann eisini í mong ár Flatnahaga fyri Tórshavnar kommunu


Vit reiðfólk kendu hann sum ein framúr reiðmann, tað vóru ikki nógv sum kláraði at fylgja Júst, tá hann legði leiðina í hagan. Sá tú eitt fylgið við einum hvítum rossið nakað væl frammanfyri hini, so visti man at tað var Júst sum reið undan hinum. Fólk sum hava havt til fragd at hyggja eftir kappríðing, kenna heilt vist eisini Júst - Í samfull 40 ár var hann frásøgumaður til kappríðingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Í fleiri skiftum var hann eisini nevndarlimur í okkara felag. 


Júst var tiltikin vertskapsmaður og røðari, til manga veitslu hjá felagnum bjargaði hann borðhaldið, við sínum heilt serstakligu skemtuligu røðum. Tílíkan røðara fáa vit helst ongantíð aftur.  


Familjumaður var hann eisini, hann giftist sum vaksin maður við Ingrid Holm og fingu tey børnini, Tummas og Guðrun Mariu. Hóast Júst ikki var sum onnur, so ivaðist man ongantíð at hann var góður við familjuna og tað er heilt vist, at tað hevur gjørt honum gott, at hava ein so tryggan stuðul, sum Ingrid hevur verið honum øll árini.  


Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Júst sjúkur, hann gleið spakuliga inn í gloymskuna og hesin fyrr so gløggi og hittinorðaði maður, fann knappliga ikki orðini longur. Hetta er ein ræðulig sjúka og havi eg mangan hugsað um hvussu tungt hetta man hava verið fyri familjuna. Nakað síðani vóru Hans Vilhelm Lútzen, fyrrverandi formaður felagsins og undirritaði á vitjan hjá honum og Ingrid. Hann var longu tá merktir av sjúkuni, men vit báðir, Hans Vilhelm og eg, vóru samdir um at felagið skyldaði Júst so nógv, at vit vildi geva honum eina lítla gávu, meðan hann var so mikið frægur at hann skilti tað. Vit vóru eisini hepnir, hann var væl fyri hendan dagin og vit høvdu eina hugnaliga løtu saman uppi í Tummasargøtu. 


Tað hava eisini verið klárar løtur eftir tann dagin, men tær fækkaðu, fyrst líðandi so skjótari. 


Til Ingrid, Tummas, Guðrun Mariu og onnur avvarandi, vilja vit við hesum sýna okkara inniligu samkenslu. Vit fáa ikki Júst aftur, men minnini kann eingin taka frá okkum. 


Minnið hjá okkum reiðfólkum um Júst fer til allar tíðir at vera um fræga reiðmannin á hvíta hestinum. Góðan túr Júst, vænti tú hugnar tær hinumegin saman við Fram, hyrdanum og øðrum sum eru farin undan. 


Vegna Føroya Ríðingarfelag 

Brandur í Dali


23. august 2025

Hans Vilhelm seksti

Hans Vilhelm klippir bandið á nýggju ríðibreytini

Fyrrverandi og longstsitandi formaður felagsins, Hans Vilhelm Lútzen, rundaði í gjár 22 august, stóran markastein, tá hann gjørdist seksti ár. 

Føddir í 1965 og hetta beint inn í ein heim fyltan av rossum og kríatúrum. Foreldrini vóru Kára og Lútje Lútzen og vóru nógv av barnaárinum brúkt í Norðadali, har familjan hevði garð. Tey fluttu tó tíðliga til Havnar og setti búgv úti á Velbastaðvegnum, har húsast hann enn, men nú í nýggjum stásiligum húsum ið hann bygdi beint við síðurnar av barnaheimimum. Fjós og ross høvdu tey tá uppi á Lútzenstrøð í eysturbýnum. 

Hans Vilhelm arbeiddi við ymiskt fyrifallandi á ungum árum, m.a. var hann til skips við Fame. Hann fór tó tíðliga í læru til snikkara, hetta var hjá Bjarka uppi undir Varða. Stutt eftir at hann var liðugur byrjaði hann at arbeiða sjálvstøðugt og tað gerð hann enn tann dag í dag. Fyritøkan HVL hevur tikist við nógv ymiskt og til tíðir hava nógv fólk verið í vinnu hjá honum. Nú er hann tó farin at "trappa niður" sum hann sjálvur tekur til. Seinasti árini hava hann og bróðurin Andrias arbeitt við at gera økið hjá okkara felag klárt til nýggj fjós. 

Hans Vilhelm hevur verið ein sjáldsama góður maður fyri felagið. Tað at hann hevur sitið sum formaður í nærum tjúgu ár, talar fyri seg, hetta var ein tíð har nógv hendi í felagnum, m.a. var ríðihøll bygd og økið var gjørt byggibúgvið til fólk at byggja fjós. Sjálvt aftaná at hann gavst sum formaður, hevur hann verið sera virkin, hann hevur t.d. framvegis ábyrgd av at skaffa stuðlar til Djóradagar. Eisini var tað hann sum var stóð fyri at fáa rossasøguna niðurfelda á papír, við bókini "Ross og fólk" sum Uni Arge  hevur skrivað. 

Sjálvur hevur hann eisini verið virkin í ítrótti. Umframt at ríða kapp hevur hann eisini róð kapp, har hann gjørdist føroyameistari við bæði Ørvi og Havnarbátinum. Áhugan í kappróðri hevur hann enn, tað sigst at hann rópti so nógv, nú tá Havnarbatúrin vann FM á ólavsøku, at tað tók honum eina góða viku at fáa røddina, so nøkulunda uppá pláss aftur. 

Hans Vilhelm er giftur við Hildigunn Láberg og saman eiga tey sonin Ova. 

Til lukku við degnum Hans Vilhelm og takk fyri mongu tøkini 

Summarið 1968, saman við pápanum 



18. august 2025

Riðið kapp í 40 ár

 

Hans Pauli Poulsen far handa steyp og gávu

78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár. Hetta helt Føroya Ríðingarfelag var vert at markera, so nú heystkappríðingin var, fekk hann handað eina gávu frá felagnum. Samstundis fekk ryssan hjá Hans Paula Poulsen eisini handa ferðasteyp fyri at hava vunnið oftast á heystkappríðingini síðani steypið var latið í 2009. 

Svanna gjørdist nummar trý í Tvíspor 1 flokki á degnum, men tað var Barbara R. Mouritzen sum sat á hendan dagin. Hans Pauli Poulsen luttók sjálvur í 2 flokki á hestinum Tindi. Teir báðir gjørdist nummar 3 í flokkinum. 

Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki



27. juli 2025

Kunning í samband við skrúðgongu og setana á ólavsøku.


Sum vanligt møta vit ólavsøkuaftan, í seinasta lagið kl 13:30, uttanfyri kommunuskúlagarðin.

Búnin er sum vant hvít skjúrta og svart slips - Hjá okkum reiðfólkum er ein eyka ábyrgd, í mun til onnur í skrúðgonguni. Lutvíst tí reiðfólk byrjaðu ólavsøkuskrúðgonguna á sinnið, men eisini tí vit vara av einum stórum kraftmiklum djórið.
Tí vilja vit inniliga heita á reiðfólk at bara koma við rossum ið eru rólig og tola gang og troðkan, serliga nú áin á vaglinum er komin aftur og tekur nógv pláss.
Málið hjá okkum er ikki at vera størsta ítróttarfelag í skrúðgonguni, men heldur at fólk aftaná skrúðgonguna hugsa, at hatta vóru nøkur flott og væl vand ross, ið vóru við til skrúðgonguna.
Við rossakvøðu - Góða ólavsøku 🐴
P.s. Øll skula vera í hjálmi