24. maj 2017
Føroya størsta familjutiltak á skrá nú vikuskiftið
Fólkini ið vara av Føroya Ríðingarfelag hava seinastu nógvu vikurnar, arbeitt av øllum alvi at skipa fyri Djóradøgum 2017. Tiltakið verður í Havnardali, komandi vikuskiftið, báðar dagar kl 14 til 18.
22. maj 2017
21. maj 2017
Reiðfólkini somu leiðslu komandi ár
![]() |
| Nevndin í Ríðisamband Føroyar. Frá vinstru Zacharias R. Jacobsen, næstformaður, Brandur í Dali, formaður og Símun Skaalum kassameistari |
ÍSF húsið í Gundadali var í gjár karmur um aðafundin hjá Ríðisamband Føroya. Nevndin var øll afturvald og roknskapur og formansfrágreiðing var góðkend uttan viðmerkingar.
Tað eru trý limafeløg í hesum miðalstóra sersambandinum, ið sum navnið sigur skal skipa fyri ítrótti hjá reiðfólkum. Áleið 700 limir eru í hesum trimum feløgunum og er nevndin í Ríðisambandinum nøgd við hetta. Eitt sum nevndin ætlar sær at arbeiða við, er at skipa fyri flutningi av rossum millum kappingarøkini, hetta tykist serliga at vera ein forðing hjá teimum ungu ið kappast.
Ætlanin er eisini at senda fólk til HM í gonguløgum í Hollandi í summar. Føroyar hava fólk ið kunna kappast á hægsta altjóða stigi, men av tí at tað er sera kostnaðarmikið at flyta ross uttanlanda til kappingar, so verður tað helst ein avmarkaður hópur ið fer til Hollands at dystast hesuferð.
10. maj 2017
2. maj 2017
Ein kappi fyllir runt
| Hans Pauli Poulsen sum vit kenna hann best, á Sólvindi á veg móti ein av teirra nógvu fyrstu virðislønum |
I dag 2 mai rundar ein av fremsti og
kendasti reiðmonnum tey sjeyti. Talan er um Hans Paula Poulsen úr
Havn, Hans Pauli hevur riðið kapp í nógv ár, hóast hann kanska
ikki byrjaði heilt so tíðliga á árum, sum nógv onnur, so er
hann helst millum tey sum eiga mest kappingar á baki, at hann er
milllum tey sum eiga mest heiðursmerkir, er so einki at fara skeivur
av.
Frámerkir:
Greinar
8. april 2017
Djóradagar seinasta vikuskiftið í Mai
3. april 2017
Abonner på:
Opslag (Atom)




