Veðrið frá YR

30. maj 2016

Navnið gjørdist Frísa

Árligu Djóradagarnir hjá Føroya Ríðingarfelag vóru nú farna vikuskiftið. Sum vant vóru sera nógv fólk og vitjaði úti í Havnardali. 
Eitt tað sum tey vitjandi forvitnaðust mest um, var "Systkinabarnið" hjá Freddi, sum tá alt kom til alt vísti eg at vera systur Freddie. Navnakapping hevur verið um navn til fitta kvígukálvin og tað endaði við at hon fekk navnið Frísa, Tað var Jens Marni Hansen sum átti vinnandi uppskotið. Um 300 uppskot komu inn til hesa heldur øðrvísi navnakappingina sum endaði á Djóradøgum.

Djóradagar 2016 hava annars gingið uppá stás, mett verður at tað aftur í ár hava verið omanfyri 5000 fólk á økinum hesar báðar dagarnar. Tað krevur sjálvsagt sítt at fyrireika og reka slíkt tiltak, Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag, sigur at uttan tey áleið 150 sjálvbodnu, sum so ella so taka eitt tak, var hetta stóra tiltak als ikki gjørligt. 



Helst lukkuliga óvitandi um at hon er heimskend svevur kvígukálvurin søtan blund

Og navn títt skal vera Frísa - Brandur trekkir lut millum innkomin uppskot

Tyrlan hjá Atlantsflog vísir kynstir


Flottir fuglar

Fittari gerst tað helst ikki

Ansa nú eftir fingrunum

Hendan fitta diddan er í góðum hondum

Hallur leiðir til teymaríðing

Mynd tikin úr stigabilinum - Tummas Pauli frá sløkkiliðnum var nógvar túrar við børnum uppi í hæddini

Børnini skula sjálvsagt avmyndast stóru løtuna

Djóradagar endaðu við stórari rossaframsýning, her er tað Regin á Strauki

Ragnheiður og Háreki í stórum stíli
Elisabeth og pinkurossið Askur duga eisini

Ingen kommentarer: