14. maj 2016

Felagsøkið liðugt asfalterað

Seinastu tíðuna hava menn fra asfaltliðnum hjá býráðnum í Havn stríðst við at leggja asfalt á felagsøkið hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er liður í avtalu sum bleiv gjørd tá Tórshavnar Kommuna fekk loyvið at brúka felagshúsið til barnagarð afturi í 1998.


Tá bleiv avtalað at kommunan leigaði húsið fyri ein góðan prís fyrstu árini, afturfyri fekk Føroya Ríðingarfelag so lovað at kommunan kom at leggja asfalt á felagsøkið. Fyrstu parturin bleiv gjørdir beinanvegin, tað var rundanum felagshúsið, síðani bleiv bíða nógv ár, men í 2011 bleiv økið framvið gomlu fjósini og frammanfyri reiðhøllina afaltera. So var aftur ein steðgur men nú er so seinasta økið liðugtgjørt, tað er økið millum tey nýggu fjósini.
Fleiri orsøkir eru til at arbeiði hevur bíða so leingi, m.a. tað at avtalan segði at Føroya Ríðingarfelag skuldi sjálvt planera og klárgerða økið til asfaltering.

At so atkomuvegurin til felagsøkið eisini bleiv asfalteraður, nú tá asfaltliðið var á leiðini má metast sum eitt risa framstig og verandi til stóra gleði fyri øll sum ferðast á leiðini, bæði limir í Føroya Ríðingarfelag, Føroyskum Íslandsrossafelag og ikki at gloyma foreldur og starvsfólk í Spíranum, frítíðaskúlin ið nú heldur til í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag.

Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Brandur í Dali sigur í stuttari viðmerking at felagið er sera nøgt við samstarvið við Tórshavnar Kommunu, Brandur í Dali takkar bæði borgarstjóranum, umsitingini á vaglinum og ikki mist asfaltliðnum sum øll hava gjørt eitt framúr gott arbeiði.



Ingen kommentarer: