Veðrið frá YR

10. marts 2011

Eitt sindur um Dixie Cup

Vegna Dixie Cup leygardagin tann 19 mars kl 13, koma spring og tunnur at standa frammi allatíð, soleiðis at fólk kunna venja og fáa sær hilling á hvat talan er um. Vónandi vilja hini reiðfólkini virða hetta.

Tilber at melda seg til á staðnum, men um fólk ætla at fara, so vinarliga meldu tykkum til hjá Jóhan á Plógv 211868 ella dixie@olivant.fo soleiðis at vit fáa føling av um tiltakið verður væl móttikið og hvussu undirtøkan verður.

Reglur fyri kapping

Reglur fyri Tunnukapping
Byrja á start og fara skjótast møguligt runt um 2-3 tunnur og so á mál. Hann sum onga tunnu koppar og fær best tíð kvalifiserar seg til fimm teir bestu, og so om igen.

Reglur fyri Spring
Byrja á start og so hoppa um 3 stk spring ávíkavist 15 cm  , 30cm og 40 cm og so á mál. Tann sum er skjótast uttan at koppa nakran stong, vinnur.

Skemtikapping
Byrja á start, okkurt dartlíknandi á hestabak, og so hava eina skeið í hondini við einum egg í, zigg zagg um 4 tunnur og so á mál. Tann sum er skjótast og klárar alt vinnur


heilsan 
Jóhan

Ingen kommentarer: