18. marts 2011

Dixie Cup verður nú leygardagin !

Leygardagin verður Dixi Cup 2011. Byrja verður kl.13.00.

Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og áskoðarum og fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag.

Reglar fyri Dixie Cup 2011
Niðanfyri eru meira útgreinaðar leiðreglur fyri kappingarnar


Spring
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin um ross steðgar frammanfyri spring
2 feilir verða givnir um stong dettur niður
3 feilir verða givnir um spring verður loypt um

Tunnukapping
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin fyri hvørja tunnu sum koppar
1 feilur verður givin fyri skeiva kós millum hvørja tunnu

Skemtikapping
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feil fyri hvørja spann har bóltur ikki endar í
3 feilir verða givnir um bóltur ferð úr skeið

Jóhan á Plógv
fyriskipari


Ingen kommentarer: