27. januar 2018

75 ára veitsla



25 Februar hevur Føroya Ríðingarfelag 75 ára stovningardag - Fyri at hátíðarhalda hetta, hevur nevndin gjørt av at halda veitslu í Dansifrøi t. 24 Februar.

Tónleikin hava Hans Jacob Hjelm og og vinmenn lova at taka sær av. Teir spældi eisini til 70 ára veitsluna, tá vóru teir sera væl umtóktir.

Atgongumerkini kosta kr. 320,- tá er matur og vín/øl afturvið matinum íroknað. Miðað verður ímóti at byrja at selja atongumerkir 1 Februar. - Tey vera seld hjá Búrøkt handlinum og á netinum.

Meira kunning kemur seinni. 

12. januar 2018

Álítismaður fyllir runt - Til lukku við degnum Símun



Fyri okkum ið eru nakað yngri virkar tað sum maðurin altíð hevur verið í umhvørvinum, men hóast hetta tykist hann ungur og er altíð lættur í sinnið.

Maðurin talan er um, er Símun A. Justinussen, havnarmaður, føddur 12 Januar í 1948 og rundar sostatt tey sjeyti árini í dag. Hann er í móðurætt av Askham slagnum og hevur hann eins og nógv av tí slagnum tikist við handverk. Seinasti árini sum húsavørður hjá Tórshavnar Kommunu. Símun er giftur við Irmu, f. Ludvíg og eiga tey tvey børn.

Men aftur til umhvørvið vit kenna hann best frá. Símun er reiðmaður við stóra R og hevur havt við ross at gera frá heilt ungum árum - Sambært hagtølinum hjá Føroya Ríðingarfelag luttók hann fystu ferð í kappríðing á ólavsøku í 1965. Hesturin æt Pegasus og tíðin var 39,7. Kappast var tá á Velbastaðvegnum. Hagtølini vísa eisini at í 1968 vann Símun heystkappríðingina á hestinum Brifort, tíðin var 34,5.

Hetta sigur okkum eisini so nógv, at Símun hevur verið við í stóru broytingartíðini í ríðing, frá tíðini har ross stóðu í lítlum fjósum runt um í havnini. Til stóru nýmótans fjósini, breytir og hallir á økinum í Havnardali.
Rossini eru eisini nógv broytt hesa tíðina, tá vóru mestu rossini norsk ella blandingar av hesum, men nú eru flestu rossini av slagnum Símuni dámar best, íslandsross.

Símun hevur øll árini verið limir í Føroya Ríðingarfelag, men tá nýtt felag var stovnað seinast í 80'inum, sum burturav var fyri tey við íslandsrossum, Føroyskt Íslandsrossfelag, var Símun eisini við har - Hann hevur líka síðani verið millum stóru stuðlanar í báðum feløgunum og hetta man vera eindømið.

Orðatakið sigur at tað ber ikki til at ríða á tveimum rossum samstundis. Men Sìmun hevur øll hesi árini evna at skift millum rossini tá á stóð og hevur hann verið ein sannir fongur fyri bæði feløg.

Hetta eru vit í Føroya Ríðingarfelag sera takksom fyri.
Takk fyri alt Símun A. Justinussen, tú er ein sannir álitismaður

Vegna Føroya Ríðingarfelag

Brandur í Dali


6. januar 2018

5. december 2017

2. december 2017

Jólahald 10/12



Jólahald verður sunnudagin 10. des. kl.14.00
Kakao og bollar
Ponyríðing
Jólamaður vitjar
Lusia gongd við rossum
Jólatræ
Alt ókeypis
Børn ið vilja við til lusiagongd við rossum, møtast
leygardagin 9 des. kl. 15.00 í ríðihølluni hjá
Føroya Ríðingarfelag, har vit royna okkum.
Foreldur eru vælkomin at leiða tey smærri børnini
Øll eru vælkomin
Nærri kunning á 292040

19. november 2017

Gongulagskapping fyri øll rossasløg

Vinnarar Lop, f.v.  nr. 2 Hildigarð D. Hansen, nr 1 Berta Maria Nordendal og nr 3 Mona Østerø

Fyrsta vetrarkappingin hjá reiðfólkunum var leygardagin, í Reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Talan var um helst fyrstu gongulagskapping í Føroyum, har øll rossasløg fingu loyvið at luttaka.

Um 25 ross vóru við og hetta vóru fyrireikararnir vøl nøgdir við. Eisini var hugaligt at síggja ymisk rossasløg kappast, sjálvt um tað sjálvsagt í summum førum kann vera ringt at døma.

Kappast var eftir Cup skipani, t.v.s. at tvey og tvey dystaðust í einstøku gonguløgunum, har dómarinir so valdi tann við frægasta gongulagnum at koma víðari, til tað at enda bara var ein vinnari eftir.

Vinnnarir vóru hesir, Fet: Elisabeth Niclasen og Litbrá, Trav: Kristfríð D. Jacobsen og Bonita, Tølt: Óluva á Lofti og Vígdis og Lop: Bertha Maria Nordendal og Krapi.



6. september 2017

Svenning Reinert heiðraður við Gullnálini hjá ÍSF



Á heystkappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag leygardagin, var 81 ára gamli Svenning Reinert heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. Tað var forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, ið handaði Svenning Reinert nálina og skreytblað. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag handaði eisini Svenning Reinert gávu frá felagnum og takkaði honum fyri øll árini hann hevur kappast.

Svenning Reinert helt eisini stutta røðu, har hann takkaði eldsálinum í Føroya Ríðingarfelag, fyri at tey hava gjørt tað møguligt at kappast øll hesi árini. Svenning Reinert legði dent á stóra munin frá kappast var á landsvegi á Velbastaðvegnum, til nú har dystast verður á breytini við Marknagil.
Samstundis takkaði Svenning Reinert eisini fyri Gullnálina hjá ÍSF. Svenning Reinert segði at fyri hann, var hetta ein stórur heiður, sum hann var ómetaliga takksamur fyri.