7. marts 2017
5. marts 2017
Nýggj nevnd í gomlum felag
![]() |
| Nýggja nevndin f.v Hallur Hansen, Anna Maria Holm Noløe, Bryndis Hjartardóttir, Kristfríð Dam Jacobsen, Kristina Troest Davidsen, Mortan Hansen og Brandur í Dali |
Nývalda nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur í kvøld skipað seg. Brandur í Dali heldur fram sum formaður, Anna Maria Holm Nolsøe er nývald sum næstformaður og nevndarlimir eru Hallur Hansen, Mortan Hansen og Kristfríð Dam Jacobsen. Bryndis Hjartardóttir og Kristina Troest Davidsen eru tiltakslimir. Brandur í Dali er valdir sum umboð í Ríðisamband Føroya, Hallur Hansen í Kappingarnevndina og Anna Maria Holm Nolsøe er vald at umboða nevndina í Ungdómsnevndini.
Bjørn Patursson er valdir til kassameistara og Poul Hansen sum grannskoðari.
Størsti málini hjá nevndini komandi árið er projektering av nýggjum fjósum og av ríðibreyt á økinum í Havnardali, umframt ábøtur á Reiðhøllini hjá felagnum.
Føroya Ríðingarfelag hevur áleið 300 limir og er størsta og elsta ríðifelag í landinum. Felagið var stovnað í 1943 og hevur sostatt 75 ára stovningardag næsta ár.
26. februar 2017
Rebekka vann Ringríðingina
Árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í Reiðhøllini hjá felagnum í gjár. Ringríðingin er gomul siðbundin kapping, har fólk á rossabaki við bambusstavi skula raka ein evarska lítlan ring ið hongur í tveir metra hædd. Krav er eisini at rossini skula vera í lop, tá tey kappast.
Ringiðingin er altíð á fastilávint, so nógv av reiðfólkunum eru eisini grýluklødd, aftaná kappingina verður eisini sligið tunnu.
Sera nógv ross vóru við í ár, men spakuliga vóru tey sílaði frá og tað endaði við einari finalu millum Kristfríð D. Jacobsen, Rebekku J. Simonsen, Sonju Síminardóttir og Knút Lútzen.
Her dróg Rebekka J Simonsen longsta stráið og vann, hetta er fyrstu ferð Rebekka vinnur Ringríðing. Hjá børnunum vann Hanna Sigtórsdóttir.
19. februar 2017
11. februar 2017
Saðilin - Hesaferð Robert Brockie
![]() |
| Robbie á Hvirlu, dótturin Gunnvá situr frammanfyri. |
Navn: Robert Brockie
Bústaður: Tórshavn
Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ?
hvat slag var rossið ? 1968, Grani, norskur, fekk hann tá eg fylti
12 ár.
Hvussu nógv ross eigur tú ?
Tvey og eitt eitt hálvt
Frámerkir:
Saðilin
9. februar 2017
2. februar 2017
Jóanis í Hoygarðinum góðan dag á ísinum í Frederikshavn
Abonner på:
Opslag (Atom)

















