29. september 2025

Júst farin úm sýnina




Hóast deyðsboðini um Júst Rubeksen ikki komu heilt óvart á, so komu tey tó dátt við. Ikki tað, sum støðan hevur verið seinastu tíðina, so unti man nærum Júst at fáa frið. Men Júst bóndi á Húsagarði var eitt sovorið lívsstykkið, at man hevði ringt at venja seg við at maðurin ikki longur hevði somu mátt og megi, sum tá hann var í vælmaktini. 


Júst Rubeksen, var ein av teimum ektaðu havnarmonnunum, onkur vildi helst kallað hann eitt slag av originali, Men tað var ongantíð illa meint, tí Júst var júst sum hann skuldi vera.


Sum bóndasonur lærdi hann frá barnsbeini at vera um kríatúr. Seyður, ross og annað var partur av gerandisdegnum hjá Júst. Mongu túrarnir í haganum við hyrdanum hava heilt vist givið honum gott í beinið frá heilt ungum árum. Helst var tað hetta og onkur viðfødd gáva, ið gjørdi at hann hevði eitt heilt serligt tekki fyri at handfara djór, líkamikið hvat slag tað var.  


Djórini komu eisini at gerast lívsleiðin hjá honum, eftir at hava silgt í nøkur ár festi hann Húsahaga og fekk eisini starv á Royndarstøðini, fyrst í Hoyvík, seinni í Kollafirði. Tá MBM yvirtók ísáðingina frá Royndarstøðini, fylgdi Júst við til MBM. Afturat hesum røktaði hann eisini í mong ár Flatnahaga fyri Tórshavnar kommunu


Vit reiðfólk kendu hann sum ein framúr reiðmann, tað vóru ikki nógv sum kláraði at fylgja Júst, tá hann legði leiðina í hagan. Sá tú eitt fylgið við einum hvítum rossið nakað væl frammanfyri hini, so visti man at tað var Júst sum reið undan hinum. Fólk sum hava havt til fragd at hyggja eftir kappríðing, kenna heilt vist eisini Júst - Í samfull 40 ár var hann frásøgumaður til kappríðingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Í fleiri skiftum var hann eisini nevndarlimur í okkara felag. 


Júst var tiltikin vertskapsmaður og røðari, til manga veitslu hjá felagnum bjargaði hann borðhaldið, við sínum heilt serstakligu skemtuligu røðum. Tílíkan røðara fáa vit helst ongantíð aftur.  


Familjumaður var hann eisini, hann giftist sum vaksin maður við Ingrid Holm og fingu tey børnini, Tummas og Guðrun Mariu. Hóast Júst ikki var sum onnur, so ivaðist man ongantíð at hann var góður við familjuna og tað er heilt vist, at tað hevur gjørt honum gott, at hava ein so tryggan stuðul, sum Ingrid hevur verið honum øll árini.  


Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Júst sjúkur, hann gleið spakuliga inn í gloymskuna og hesin fyrr so gløggi og hittinorðaði maður, fann knappliga ikki orðini longur. Hetta er ein ræðulig sjúka og havi eg mangan hugsað um hvussu tungt hetta man hava verið fyri familjuna. Nakað síðani vóru Hans Vilhelm Lútzen, fyrrverandi formaður felagsins og undirritaði á vitjan hjá honum og Ingrid. Hann var longu tá merktir av sjúkuni, men vit báðir, Hans Vilhelm og eg, vóru samdir um at felagið skyldaði Júst so nógv, at vit vildi geva honum eina lítla gávu, meðan hann var so mikið frægur at hann skilti tað. Vit vóru eisini hepnir, hann var væl fyri hendan dagin og vit høvdu eina hugnaliga løtu saman uppi í Tummasargøtu. 


Tað hava eisini verið klárar løtur eftir tann dagin, men tær fækkaðu, fyrst líðandi so skjótari. 


Til Ingrid, Tummas, Guðrun Mariu og onnur avvarandi, vilja vit við hesum sýna okkara inniligu samkenslu. Vit fáa ikki Júst aftur, men minnini kann eingin taka frá okkum. 


Minnið hjá okkum reiðfólkum um Júst fer til allar tíðir at vera um fræga reiðmannin á hvíta hestinum. Góðan túr Júst, vænti tú hugnar tær hinumegin saman við Fram, hyrdanum og øðrum sum eru farin undan. 


Vegna Føroya Ríðingarfelag 

Brandur í Dali


Ingen kommentarer: