Veðrið frá YR

24. juli 2020

Ólavsøkukappríðing

Kappríðing verður ólavsøkudag kl.14 á ríðibreytini í Marknagili.
Kappast verður í skeið, tølt, trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.

Í skeið og tølt verður kappast á 100 mtr. Í trav, tvíspor ung og tvíspor 2. flokkur verður kappast á 250 mtr og í tvíspor 1. flokkur verður kappast á 500 mtr.
Aftur í ár er møguligt at melda beinleiðis til 2. flokk.



Tilmeldast kann á tlf. 290025.

Freistin fyri tilmelding er sunnukvøldið 26. juli kl.19

Nevndin

Ingen kommentarer: