Veðrið frá YR

25. december 2019

ELLEN 75 ÁR


2 jóladagur hevur altíð verið ein serstakur dagur hjá reiðfólki, tí í mong harrans ár hava
reiðfólk havt sum fastan sið at saðla sær rossini og fara felagstúr hendan dag.

Men hjá einari rossafamilju hevur 2 jóladagur
, eisini havt annan stóran týdning, og tað ikki minni í dag, 26 desembur 2019. Talan er um familjuna Holm á Argjum. Frúan í húsinum, Ellen Holm, fyllur hendan dag ikki minni enn 75 ár, ikki tað, árini merkjast ikki á henni, hvørki í sinn ella skinn.

Ellen er bóndadóttir úr Norðradali, foreldrini vóru Ingigerð og Viggo Lútzen, men longu tá hon var heilt ung flutti hon til Havnar og stutt aftaná, fann hon, sum so mong onnur tá á døgum, sín lívs kærleika í Sjónleikarahúsinum. Tann hepni var Rógvi Holm og 17 mars 1962 giftust tey bæði og í 1974 búsettist tey á Høvdanum á Argjum.

Børnini eru trý, tveir synir, Sjúrður og Búi, ið saman við øðrum eiga og reka byggifyritøkuna Búsetur og so dótturin Guðrun, sum saman við aðrari Guðrun, hevur klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun.

Ellen hevur eisini arbeitt í klædnahandlum, yrkisleið hennara spennir tó víða og umfatar m.a. húspláss hjá Magnus á Horni, handla hjá Gunnari Stokkholm, dagrøkt heima á Høvdanum, men flestu í mínum aldri, minnast hana helst best, sum fryntliga starvsfólki í Wrangler shop.

Systkini í Norðradali lærdi frá barnsbeini at sita á rossabaki, og tey brúkti helst rossini, sum børn í dag brúka ipadar, playstation og hvat tær nútímans dagdvøljurnar annars eita.

Hetta sæst eisini og hevur altið verið sjónligt tá Ellen fer á bak, man skal helst leita leingi eftir reiðfólki sum situr betri á rossið. Hon hevur eisini kappast fyri seg, tiltikin er myndin, tá øll systkini úr Norðradali luttóku í somu kapping. Tað var á ólavsøku í 1957, Ellen fekk sum einasta av systkinum heiðursmerki heimvið tann dagin.

Tað sum vit í Havnardali og tey sum vara av Føroya Ríðingarfelag eru fegnast um við Ellen, er hennara jaliga lyndi. Á Djóradøgum, stóra árliga tiltakið hjá felagnum, hevur hon sítt fasta pláss í køkinum og eisini tá onnur tiltøk eru, so er hon altíð fús at hjálpa. Av sonnum ein eldsál, sum vit í Havnardali eru fegin um at hava i okkara hópi.

Eg skal vegna felagið ynskja Ellen hjartaliga til lukku við degnum og ynskja henni ein góðan dag. Kenni eg hatta slagið rætt, sleppur hon ikki undan at familjan ger okkurt hóvasták burturúr.

Til lukku Ellen og takk fyri at tú er tann tú er

Brandur


Ingen kommentarer: