Veðrið frá YR

11. juni 2016

FM í kappríðing skotið í gongd

Rebbeka Hoydal Joensen á Urd 

Ársins fyrsta FM kapping var á flúgvarabedingini leygardagin. 29 ross vóru við, og var hetta ein blandingur av bæði kendum og nýggjum rossum og eisini vóru nøkur ikki heilt so von reiðfólk at síggja millum gomlu gardina. Kappingin var fyriskipað av Vága Ríðingarfelag og kann ikki sigast
annað enn at alt riggaði til UG, hetta og tað góða veðrið gjørdi at fólk høvdu eina sera hugnaliga løtu niðri við Vatn.

Knút Lútzen sum má metast sum ein av gomlu gardini, vann ikki minni enn tvær greinar, bæði í Tølt og Trav gjørdi hann og hesturin Máni bart. Í Tølt (100 mtr.) vunnu teir við tíðini 11,4 frammanfyri Thorfinn Nielsen á Krapa 14,5. Nr 3 gjørdist Hildegarð D. Hansen á Svarta, tíðin var 15,4.
Í Trav (250 mtr.) var tíðin hjá Knút og Mána 27,7, har var Marner Joensen nr. 2 á Óðin við tíðini 38,2

Knút Lútzen og Máni vunnu bæði Tølt og Trav

Skeiðkappingina (100 mtr.) vann Jóna Ólavsdóttir á hestinum Viti, tíðin var 10,8, Brandur í Dali og Sina vóru nr. 2, tíðin var 11,6 og nr. 3 vóru Randarsól Heinesen og Pegasus við tíðini 16,9.

Jóna Ólavsdóttir og Viti vunnu Skeið

Fólk flest vóru spent at síggja Tvíspor ung (250 mtr.) tí eitt av skjótastu rossinum frá 2015, Brá hjá Grækaris Joensen var við í hesi kapping. Brá við Ragnheiður Dam á baki rann eisini sum vant sera gott, tær vunnu greitt bólkin og høvdu við tíðini 18,4, næstbestu tíð av øllum í tvíspor hendan dagin.
Nr. 2 var Rebekka Hoydal Joensen á Urd við tíðini 19,5 og nr. 3 var Angelika av Sondum á Teistu við tíðini 20.0

Ragnheiður Dam og Brá vunnu enn einaferð Tvíspor ung

Tvíspor vaksin ll flokkur (250 mtr.) var vunnin í stórum stíli av Onnu Magnusen á Freyr við tíðini 18,8, hendan tíðin var næstbesta tíðin í tvíspor vaksin, so sera flott av teimum báðum, nr. 2 gjørdist Jóan Hendrik Davidsen á Tobba, tíð 20,2 og nr. 3 var Sólrun Poulsen á Markus við somu tíð sum Tobbi, men Tobbi var dømdir at vera frammanfyri,

Sera tætt milum Onnu Mariu H. Nolsøe á Fjalir og Regin Johannesen á Sinu

Zacharias R. Jakobsen og Fúsi vunnu Tvíspor vaksin l flokkur

Tvíspor vaksin l flokkur (250 mtr.) bleiv vunnin av føroymeistaranum frá 2015 Fúsa við Zacharias R. Jakobsen á baki. Teir høvdu ein góðan dag og vunnu við tíðini 18,4 - Kundi verið líkt til at Fúsi er eitt gott boð uppá at endurvinnað FM heitið. Nr. 2 gjørdist Annfinn Reinert á Vør við tíðini 19,2 og nr. 3 var Anna Maria H. Nolsøe á Fjalir við tíðini 19,3.

Vinnarar Tølt, Frá vinstru nr. 2 Thorfinn Nielsen, nr. 1 Knút Lútzen og nr. 3 Hildegarð D. Hansen

Vinnarar Skeið. Frá vinstru nr 2 Brandur í Dali, nr. 1 Jóna Ólavsdóttir og nr. 3 Randarsól Heinsen

Vinnarar Trav Frá vinstru nr. 2 Marner Joensen og nr. 1 Knút Lútzen

Vinnarar Tvíspor ung. Frá vinstru nr 3 Angelika av Sondum, nr. 1 Ragnheiður Dam og nr. 2 Rebekka Hoydal

Vinnarar Tvíspor vaksin ll flokkur. Frá vinstru nr. 3 Sólrun Poulsen, nr. 2 Jóan Hendrik Davidsen og nr. 1 Anna Magnussen

Vinnarar Tvíspor vaksin l flokkur. Frá vinstru nr. Anna Maria H. Nolsøe, nr. 2 Annfinn Reinert og nr. 1 Zacharias Jakobsen

Ingen kommentarer: