Veðrið frá YR

25. december 2014

Takk fyri gott arbeiði ítróttini at frama Hjalmar



Sjálva Jólaaftansmorgun vóru umboð fyri Ríðisamband Føroya og Føroya Ríðingarfelag á gátt hjá Hjalmari Petersen og konuni Majbritt,  í stásiligu
nýggju húsum teirra, uppi í Hjaltarók í havn.
Ørindini teirra vóru at handa Hjalmari eina gávu, og takka honum fyri stóra íkasti hann hevur framt ríðingini í Føroyum at frama.
Hjalmar Petersen legði í heyst frá sær sum formaður í Ríðisambandinum aftaná at hava sitið sum formaður har síðani 1998. Eisini hevur hann verið formaður í bæði Føroyskum Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag.
Á ovari myndini er Hjalmar Petersen og á niðari myndini eru Hans V. Lútzen (Føroya Ríðingarfelag), Hjalmar Petersen, Brandur í Dali (Ríðisamband Føroya) og Rani í Dali

Ingen kommentarer: