15. marts 2014

Dixie Cup 2014


Dixie Cup verður leygardagin 5/4 !

Leygardagin 5/4 verður Dixie Cup 2014. Byrja verður kl.14.00.
Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og áskoðarum. Fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag.

Reglar fyri Dixie Cup 2014
Niðanfyri eru leiðreglur fyri kappingarnar

Spring
Lopið verður um 3 lágar forðingar (max 1m)
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin um stong dettur niður
3 feilir verða givnir um forðing verður loypin um.



Tunnukapping
Riðið verður ávísa leið um 3 tunnur
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin fyri hvørja tunnu sum koppar
skeiv kós millum tunnur gevur disk


Skemtikapping
Serstøk skemtikapping verður gjørd til tiltakið J
Tíð verður tikin frá start til mál.
1 feil fyri hvørja spann har bóltur ikki endar í
3 feilir verða givnir um bóltur ferð úr skeið


Hvør feilur leggur 10 sekund afturat tíðini í øllum kappingunum.


Ferðasteyp verður latið til vinnaran av tunnukappingini. Ferðasteyp verður eisini latið til besta lutakaran í Dixie Cup undir 16 ár.


Luttøkan er ókeypis. Tilmeldast kann á staðnum, men best er at fráboða luttøku frammanundan á tlf 559030 ella 211868



Matur og drekka kann keypast og kostar:
chili con carne og rís                    15 kr
heil vafla  v/the ella kaffi               10 kr
Pop Top                                       5 kr



Jóhan á Plógv
Fyriskipari, samskipari, høvuðsdómari, stjóri og stórcharmør







Ingen kommentarer: