12. juli 2015
Elin V. Tindskarð nr. 2 til DM í gongulagsríðing
So bragdaði aftur hjá føroysku reiðfólkunum í Danmark. Elin V. Tindskarð sum eisini skal umboða Føroyar tá HM verður í August, fekk hetta vikuskiftið eitt framúr flott úrslit, tá hon til DM gjørdist nr. 2, og harvið vann silvur í greinini T2 - Elin reið á hestinum Hølkvir frá Ytra Dalsgerði
Elin V. Tindskarð fer at umboða Føroyar til HM í Herning saman við Jóanis í Hoygarðinum. Jóanis skal í dag luttaka í finaluni í Gæðingakeppni, hann gjørdist nr. 4 í innleiðandi, so har skuldi verið møguleiki fyri enn einum heiðursmerkið til Føroyar.
Tey bæði, Elin og Jóanis, hava seinastu árini kappast í Danmark við sera góðum úrslitum, so nú bíða rossaáhugaði í Føroyum við spenningi til HM verður - Sum skilst eru nógvir føroyingar sum ætla sær til DK at stuðla føroyska landsliðnum, tá HM verður í døgunum 3 til 9 August.
1. juli 2015
Júst verið frásøgumaður í 40 ár
Tá Leynavatnskappríðingin herfyri var av og frásøgumaðurin Júst Rubeksen skuldi fara í holt við at handa steypini til vinnaranar, bað formaðurin í Føroya Ríðingarfelag Brandur í Dali, um at sleppa at lána mikrofonina frá honum.
Orsøkin var tann at tað vóru 40 ár síðani, Júst fyrstu ferð segði frá kappríðing við Leynavatn. Júst er tiltikin hittinorðaður maður og munna tað vera nógv fólk sum er komin til kappríðing, líka nógv fyri at hoyra hann, sum at hyggja at rossunum. Onkur speisk tunga vildi helst lagt afturat at tað ikki er alt sum Júst sigur, sum er egnað til barnaoyrur, men hann hevur hesi serstaku evnini at kunna siga nærum alt við og um fólk, uttan at tey gerast firtin um hetta.
Føroya Ríðingarfelag handaði í samband við hetta, Júst Rubeksen eina lítla gávu og takkaðu fyri trúfesti mótvegis felagnum.
22. juni 2015
Nógv fólk og nógv ross til kappríðing við Leynavatn
(Mynd: fv. Svenning Reinert á Brynju, Jonita á Plógv á Blanku og Hans Pauli Poulsen á Fjalir.)
Árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn var leygardagin. 40 ross vóru meldaði til og er hetta størsta tilmeldingin í nógv ár. Eisini var fitt av áskoðarunum hendan dagin.
Fyrst var kappast í greinini Skeið, har vann Knút Lútzen á hestinum Mána. Skeiðkappingina vann Regin Johannesen á Gylling, Trav vann sami Knút, eisini saman við Mána.
Tvíspor ung vann Ragnheiður Ólafsdóttir á Brá, Brá hevði næstbestu tíð av øllum hendan dagin, Hjá teimum vaksnu vann Jonita á Plógv Tvíspor ll flokk við Blanku. Fyrsta flokk vann Zacharias R. Jacobsen á hestinum Fúsa.
Myndir eru at síggja her: Myndir - Leynavatn2015
Úrslitini eru at síggja her (tekur eina løtu at lata upp): Úrslit - Leynavatn 2015
Árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn var leygardagin. 40 ross vóru meldaði til og er hetta størsta tilmeldingin í nógv ár. Eisini var fitt av áskoðarunum hendan dagin.
Fyrst var kappast í greinini Skeið, har vann Knút Lútzen á hestinum Mána. Skeiðkappingina vann Regin Johannesen á Gylling, Trav vann sami Knút, eisini saman við Mána.
Tvíspor ung vann Ragnheiður Ólafsdóttir á Brá, Brá hevði næstbestu tíð av øllum hendan dagin, Hjá teimum vaksnu vann Jonita á Plógv Tvíspor ll flokk við Blanku. Fyrsta flokk vann Zacharias R. Jacobsen á hestinum Fúsa.
Myndir eru at síggja her: Myndir - Leynavatn2015
Úrslitini eru at síggja her (tekur eina løtu at lata upp): Úrslit - Leynavatn 2015
19. juni 2015
Kunning um Leynavatnstevnu
Tað er í kvøld kl. 19 at hópurin fer av økinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.Vanliga eru millum 50 og 100 ross við á felagstúrinum til Leynavatn. Veðrið hevur sjálvandi nakað at siga, so vónir eru um at síggja nógv ross í kvøld, nú veðrið sær út til vera heilt gott í dag.
Í morgin verður so kappríðing kl 15 - heili 40 ross eru tilmeldaði, so spenningurin er stórur undan kappingina. Aftaná FM kappingina verður sum vant stuttleikakapping.
MBM/BÚRØKT er aftur í ár høvuðsstuðul hjá okkum og lata teir vinningar til allar kappingarvinnarar við Leynavatn
Leygarkvøldið er sum vant bál, og eru vónir um at vit øll fáa eina hugnaliga løtu saman.
18. juni 2015
40 ross við á Leynavatni
So er fyrsta FM kappingin hjá okkum í 2015 á skrá. Luttøkutalið er tað hægsta í nógv ár, 40 ross eru við hesuferð og er tað helst hægsta tal av tilmeldingum hesumegin aldarskiftið. Hetta eru gleðilig tíðindir fyri okkum rossafólk, so nú er at dríva á - einki kemur av sær sjálvum.
Veðurforsøgnin er eisini rímiliga góð og lovað teir kønu okkum at tað verður góðveður bæði fríggja og leygardagin meðan tiltøkini eru. So pakka ryggsekkin og kom ein túr á Leynavatn leygardagin.
Nógvir spennandi riðlar eru eisini á skrá, serliga í Tvíspor ung og Tvíspor l flokkur.
Í Tvíspor ung er seinasti riðilin millum tey trý rossini Sina við Elisabeth Niclasen á baki, Tind við Sedeu B. Nolsøe og føryameistaranum frá í fjør, Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir á baki. Hesi ross eru sera jøvn og hava øll møguleika at vinna, Tá riðið var vesturi í Vágum fyri tveimum vikum síðani vann Brá, men her kann alt henda.
Tá talan er um Tvíspor l flokk, er eisini serliga ein riðil sum spenningur er um. Tað er seinasti riðilin har føroyameistarin frá 2013 Fúsi við Zacharias R. Jacobsen á baki skal móti ryssuni Urd við tí einans 16 ára gomlu Rebekku Simonsen á baki. Hetta er bara aðru ferð Rebekka ríður kapp, men fyrstu ferð hepnaðist sera væl og gjørdist hon nummar tvey tað ferðina. So nú sleppur hon av álvara at royna seg.
Kappingin er við Leynavatn leygardagin kl 15 - aftaná FM kappingina er ein stuttleikakapping.
Paringin til Leynavatn sæst við at trýsta á leinkju niðanfyri, (gev tol - tekur áleið 30 sek at lata upp)
15. juni 2015
Ríðing nógv størri ítrótt enn fólk hava mett
Aftaná drúgt skrásetingararbeiði hjá starvsfólkunum í Ítróttarsambandið Føroya, er nú staðfest at ríðiítrótturin er nógv størri, enn fólk flest higartil hava mett.
Í Tórshavnar kommunu er ríðingin 6 størsta ítróttargrein, og liggur ímillum annars siðbundnar ítróttargreinar sum kappróður og svimjing. Um alt landið verður talt við, er ríðingin nummar 9 og sostatt millum tær stóru ítróttargreinanir.
Formaðurin í Ríðisambandið Føroya, Brandur í Dali, fegnast um nýggju hagtølini og sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at hetta er helst úrslit av beinhørðum arbeiði hjá reiðfólkunum sjálvum. Stórar íløgur eru gjørdar í økið reiðfólkini hava til taks úti í Havnardali. Brandur í Dali sigur at í mun til aðrar ítróttargreinar, kanska serliga tær sum húsast í Gundadali, eru reiðfólkini sjálvi noydd at gera íløgur í hallir, breytir og felagshús. hann sigur seg gleðast um at gongd er um at koma í bygging av høll í Vágum, men viðurkennir at tað er tungt tak hjá vágafólkum, áðrenn teirra høll er liðug.
Hetta er sera stórar íløgur og ger at summi reiðfeløg, bæði í havn og á bygd, eru fíggjarliga sperd og noyðast at bíða við íløgum, ið annars kundi ment ítróttina enn meira. Formaðurin í ríðisambandinum, vónar at hesu nýggju hagtølini, kunna vakja avvarandi kommunur og eisini landsmyndugleikar.
12. juni 2015
Abonner på:
Opslag (Atom)




