Áhugavert Ríðiskeið 21-23 Marts 2014 - Avmarkað lutøka
Nevndu dagar hevur íslendingurin Jón William Bjarkason serstakt ríðiskeið her. Skeiði er serstakt á tann hátt at fyrsta dagin roynir hann rossini einsamallur í 40-60 min pr dag fyri á tann hátt at kenna teirra sterku og veiku síðir. 2 og 3 dagin er einstaklingaundirvísning 45 min hvønn dag. Jón William hevur tamningarútbúgving frá Hólar. Hevur drúgvar royndir og undirvísir nú í DK og Týsklandi. Hann er beiggi Harald Bjarkason, sum hevur funnið mangt gott ross til føroyingar. Jón William var seinast í Føroyum í 2012 og vóru skeiðini tá sera vælumtókt. Kostnaður fyri skeiðið bert 1500 kr
Tilmelding hjá Súsanna Trónd á FB ella tlf. 523212
Aftaná stormskaðan á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag, hevur nevndin í Føroya Ríðingarfelag gjørt av, at fyribils opna sína høll fyri limir í Føroyskum Íslandsrossafelag. Hetta verður gjørt á tann hátt at reiðhøllin stendur opin hvørt kvøld millum klokkan 17:30 og 21:30. Tey ið vilja nýta høllina meira enn hetta kunna venda seg til onkran í nevndini hjá F.R. um at fáa lykil. Eisini vera onnur tiltøk hjá Føroyskum Íslandsrossafelag flutt oman í Reiðhøllina hjá F.R. Her er talan um skeið og kappingar sum eru lýstar at vera í vár. Vit í nevndini hjá Føroya Ríðingarfelag harmast stórliga um skaðan á Tølthøllina og vilja við hesum bjóða liminum hjá Føroyskum Íslandsrossafelag hjartaliga vælkomnir oman til okkum og vóna vit fáa ein hugnaligan vetur saman í reiðhøllini. Nevndin í Føroya Ríðingarfelag
Nú fyrrapartin er stórur vindskaði hendur á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. Hetta hevur við sær at tilfar flýgur runt á økinum og verður kraftiga heitt á fólk um IKKI at fara út á økið fyrr enn vindurin er minkaður.
Vinarliga deili hetta á tykkara vanga so fólk vera ávaraði um vandan.
Hesar dagar hava skógvarir og tey sum vilja læra seg at skógva ross, ein framúr møguleika at nema sær kunnleika frá einum úrmælingi. Okkum stendur í boði at fáa íslandsmeistarin í skógving 2013, Gunnar Halldórsson at koma hendanvegin at halda skeið og verður eisini møguleiki at fáa Gunnar at skógva onnur ross. Skeið og skógving er sett at vera dagarnar 31/01 til 02/02-2014 og verður í reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Skógviskeið verður fyriskipa á tann hátt, at tann ið kemur á skeið hevur tvey ross við, har Gunnar so leggur lag á og gevur góð hugskot um góðan og rættan hátt at skógva meðan tú í samráð við Gunnar skøðir tíni ross. Ein kann kalla hetta hugtak fyri "learning by doing". Kostnaður fyri skógviskeið er kr. 1.200,- + skógvar. Skógving hjá Gunnari kostar kr. 500,- + skógvar. Avmarkað pláss til bæði skeið og skógving.
Tilmelding fer fram hjá Brandur í Dali á tlf. 511618.