21. oktober 2013

Leynavatn 1995

Leynavatn 1995



Súkklukapping 26/10

Komandi leygardag skipar MTB fjallasúkklufelagið fyri kapping, ið fer fram millum annað í húsa og flatnahaganum. Kappingin er frá kl 11 til áleið 15. 
Rossagøturnar eru IKKI stongdar hetta tíðarbili men væntast kann ikki at súkklari sum vanligur siður annars er, steðgar fyri rossum hesa løtuna. 
Rutan til kapping sæst á leinkju: 
https://maps.google.com/maps/ms?msid=200339531627703561844.0004e7c8d619cb2714d68&msa=0&ll=62.016817,-6.820021&spn=0.023318,0.076475

14. oktober 2013

30 km/t á økinum hjá F.R.



Kunning um bilferðslu á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag !
Tekniska deild hjá Tórshavnar Kommunu hevur eftir áheitan frá nevnd felagsins, avgjørt at gera økið hjá felagnum til 30 km/t sonu. Sum tað hevur verið higartil hevur tað verið loyvt at koyrt 80 km/t á økinum, tá hetta er uttan fyri bygt økið. 
Nevndin metti tað var umráðandi at fáa hesa regulering gjørda, soleiðis at vit á tann hátt kundi betra um trygdina fyri børn, vaksin og kríatúr sum ferðast á økinum.
Vónandi verður tað tikið væl ímóti hesum og heita vit á allar bilførarar um at virða nýggja 30 km/t hámarkið. 
Nevndin


2. september 2013

Kappríðingarárið 2013 liðugt

Heystkappríðingin var leygardagin og harvið er enn eitt ár á leikvøllum farið aftur um bak. Stóri vinnarin hetta árið var Fúsi og Zacharias R. Jacobsen. Teir vunnu allar kappingar teir luttóku í, høvdu bestu tíð á breytini til hvørja kapping og vunnu FM. Føroya Ríðingarfelag ynskir teimum hjartaliga til lukku !
Leinkja til úrslit frá Heystkappríðingina er her: http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=efe43c3c-935a-4030-ba18-1577c2382e3b

28. august 2013

Paringin til Heystkappríðingina !


Rossamyndir 2013


Rossafólk í Føroyum hava sær mangan at gaman ! 
Her eru 15 min við myndum frá tiltøkum í 2013, hjá Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag. 
Komandi leygarkvøld 31/08 hava hesu feløg felags veitslu í hølunum hjá Argja Róðrarfelag !
Seinasta freist at keypa atgongumerki er mikudag 28/08, hjá MBM í upplatingartíðini og í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag millum kl 19 og 21.
Kappríðing verður eisini leygardagin, seinasta freist at melda til, er mikukvøld 28/08 kl 19. á tlf. 218901, 219098 ella 511618

19. august 2013

Heystveitsla 31/08

Hey rossafólk !

Í ár stendur Føroya Ríðingarfelag fyri tørni at skipað fyri ársveitsluni hjá rossafeløgunum. Vit hava valt at leiga hølini hjá Argja Róðrafelag til høvið, hetta eru góð og rúmlig hølir har rúm er fyri upp móti 200 gestum. 
Orkestur er bílagt og góðar kokkakonur hava lovað at gera okkum eina matskrá at leggja botn so orka verður at halda á til árla á morgni !
Neyðugt er helst eisini við góðar orku, tí veitslan byrjar í August mánaði og er ikki ætlanin at gevast fyrr enn í septembur mánaði.... ...

Veitslan er sett til at vera leygarkvøldið 31/08 kl 20:00 í hølinum hjá Argja Róðrarfelag !
Atgongumerkir á kr. 300,- fáast til keyps hjá MBM í Hoyvík frá mánadegnum 19/08. EINANS KONTANT !